Hondbóltur

Video: Babba og mammubeiggi fingu meg at hugsa um okkurt annað

Tað er sjálvandi ógvuliga tungt at tapa uppá handan mátan, men vit eru takksamir fyri fantastiska og stóra stuðulin og vilja gjarna geva eina bronsu afturfyri, sigur Óli Mittún, sum hevur fingið nógv boð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-28 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): - Jógvan (mammubeiggi, red.) dámar væl at "futta nakrar jokes" av, so tað var fínt.

Óli Mittún er fegin um, at pápin og pápabeiggin vóru við í bilinum á veg til sjúkrahúsið í gjárkvøldið. Teir fingu HM-toppskjúttan at hugsa um okkurt annað enn tunga tapið í HM-hálvfinaluni.

[object Object]Ein syrgin Óli Mittún við "Dagins spælara" heiðrinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Jógvan Ellefsen er mammubeiggi Óla Mittún og hevur verið í Póllandi og stuðlað seinastu dagarnar saman við pápa HM-toppskjúttan, Peturi Mittún (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Dramaði og vónbrotið í Póllandi (Myndir)

Sí eisini: Óli fekk sár - koyrdur á skaðastovuna at seymast

Á skaðastovuni varð Óli seymaður omanfyri vinstra eyga. Talan er um fýra pentur, greiðir Óli Mittún Portalinum frá í dag.

- Eg havi eitt sindur ilt, men trúgva ikki at tað er heilaskjálvti ella nakað meira enn sjálvt sárið. 

Harvið kann Óli eftir øllum at døma spæla bronsudystin móti Svøríki í morgin - við einari ella aðrari verju við eygað. 

Sí eisini myndir og annað her: Óli Mittún: - Spæli móti Svøríki í morgin um alt gongst væl í dag

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Óli hevur spælt í júst svenskum hondbólti trý tey seinastu árini, og harvið kennir nú fyrrverandi Sävehof-spælarin svenska liðið ógvuliga væl. Hann skoraði eisini 17 mál í sigrinum móti Svøríki í U19 HM í 2023.

Sí eisini samrøðu við Óla frá tá: - Hetta er næstan óbeskriviligt 

Í samrøðuni við Portalin í seinnapartssólini, staðfestir føroyski spælskiparin, at teir í U21-hópinum eru ógvuliga takksamir fyri stuðulin frá føroyingum.

- Tað er fantastiskt. Sjálvt um tað er "bara U21". Vit hava fingið nógv fitt boð - serliga síðani í gjárkvøldið. Tað eru vit ógvuliga takksamir fyri, og vit vilja gjarna geva føroyingum eina bronsu í morgin afturfyri, sigur Óli Mittún at enda.

Hoyr alla samrøðuna ovast

Sí eisini: Ísak: - Hetta var pent sagt forferdeligt - men glaður fyri at tað var eg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder