
Sosnowiec, Pólland (Portalurin): Hann tók ábyrgdina á seg, sum ein rættur liðformaður ger. Og eftir brenda brotskastið í seinasta sekundi og beiska hálvfinaltapið, sum samstundis var eitt flott føroyskt avrik, tekur Ísak Vedelsbøl eisini ábyrgd.
Sterki strikuspælarin - um ikki tann allarbesti í kappingini so heilt nær tí - hevði fingið tað at sodnað nakað, tá Portalurin tosaði við hann á spælaragistingarhúsinum.
- Tað kennist milt sagt heilt forferdeligt...men soleiðis er hondbóltur viðhvørt. Eg eri bara glaður fyri, at tað var eg, sum brendi, og ikki onkur annar.
Ein ótrúliga vónbrotin Ísak Vedelsbøl. Óli Mittún troystar sín liðfelaga og liðformann (Mynd: Sverri Egholm)
Hjalti Mohr Jacobsen staðfesti eisini í samrøðu við Portalin, at Ísak Vedelsbøl vildi taka ábyrgdina á seg - serliga tá Óli Mittún var uttanfyri við bløðing.
Sí eisini: Óli fekk opið stórt opið sár - koyrdur á skaðastovuna at seymast
Ísak er ógvuliga errin av liðfeløgunum, sum hava "avrikað á so sjúkliga høgum stigi" oc stríddust so væl: Allan vegin móti Portugal í kvøld og ígjøgnum HM-endaspælið.
- Hetta kunnu vit nýta til nógv - allir samlir. Um man so spælir í StÍF ella GOG, ella hvar tað so er
Nú skal øll megi savnast fram ímóti bronsudystinum móti Svøríki sunnudagin.
- Tað er ógvuliga tungt nú, men tað er eisini ein svakliga stórur dystur eisini. Vit fara við øllum eftir hasum heiðursmerkinum.
Sí eisini: Hjalti: 95 prosent iðran - fimm prosent errin
---------------------------------------
U21 HM-hálvfinala
Í dag, fríggjadagin 27. juni
Føroyar - Portugal 37-38 eftir tvífaldari longdari leiktíð (29-29 eftir vanliga leiktíð)
Sí eisini: 80 minuttir skuldu til fyri at koppa Føroyum í finalustríðnum
Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 2-4
15 min: 5-7
20 min: 8-9
25 min: 9-11
30 min: 12-15
35 min: 14-17
40 min: 18-19
45 min: 21-21
50 min: 25-23
55 min: 27-26
60 min: 29-29
65 min: 30-31
70 min: 34-34
75 min: 35-37
80 min: 37-38
Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún: 11 (2)
Ísak Vedelsbøl: 6 (3)
Niklas Gaard: 6
Rókur Ziskason: 4
Tóki Friðriksson: 3
Búi Djurhuus Poulsen: 2
Trúgvi Hávardsson: 2
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Høgni Heinason: 1
Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok: 16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald