Elias Ellefsen á Skipagøtu gav í gjárkvøldið nógvum spælarum hjá Eurofarm Pellister eina smakkroynd. Fleiri á norðurmakedónska meistaraliðnum spæla á landsliðnum, ið Føroyar skulu stríðast við um HM-atgongumerki í mai.
Sí eisini:
Norðurmakedónia á skránni í mai
Atgongumerkjasølan byrjar á middegi
Sum føroyingar kunnu vit vóna, at nummar 71 vísir líknandi stig og sínar dygdir eins væl fram, sum hann gjørdi í Wunerino Arena í gjárkvøldið, har tað endaði 29-23.
Uppá beint omanfyri 45 álopsminuttir skoraði Elias Ellefsen á Skipagøtu átta mál, og hann legði upp til átta onnur. Í stórum pørtum - serliga í fyrra hálvleiki - stýrdi 21-ára gamli hoyvíkingurin eisini spælinum hjá THW Kiel meistaraliga.
Hetta var ikki allarsterkasta mótsstøðuliði í Champions Legue - Eurofarm er aftast í bólkinum, meðan Kiel er á odda. Heimaliðið hevði nógv fleiri mistøk í 2. hálvleiki, men hetta gjørdist nakað betri, eftir at Elias kom á vøllin aftur; tó at føroyingurin hevði onkra óhepna støðu eisini.
Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti seg aftur væl fram í Champions League-dysti (Mynd: EHF)
Les eisini: Elias gjørdi bart ímóti norðurmakedónum
Sum heild var Elias á Skipagøtu tó greitt besti álopsspælarin í dystinum, sum tølini eisini vísa. Tað var eisini á flottan hátt, at ungi spælskiparin fekk síni málstig. Í flestu av málunum tók han sakina í egnar hendur við at seta nógva ferð á í fyrstu bylgju og síðani finta og smekka til ella við snildni og at vera knappur í skotinum/gjøgnumbrotinum. Onkrar flottar fríspælingar út á vongin vóru eisini.
Videobrotini hjá EHF síggjast HER ella ovast á síðuni. Har eru fleiri góðar atgerðir hjá toppskjúttanum við. THW Kiel er oddalið í Champions League-bólkinum, nú tvey umfør resta í. Endar man í topp-tvey, so er fjórðingsfinaluplássið tryggjað. Hetta kunnu týsku meistaranir fáa í hús mikudagin 28. februar. Tá vitja Elias og teir Pick Szeged í Ungarn.
Skíggjamyndir: handball-kanalen.tv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald