THW Kiel hevur verið heldur skinklandi í Bundesliguni, men týsku meistararnir hava verið bestir í sínum krútsterka Champions League-bólki.
Í tí næstseinasta umfarinum í langa bólkaspælinum, sum var fyrr í kvøld, tryggjaði Kiel sær, at liðið endar minst í topp-tvey. Hetta er nóg mikið til at fáa beinleiðis pláss í fjórðingsfinalunum í heimsins sterkastu kapping fyri lið.
Tað er ikki gjørligt, at tvey lið fáa THW Kiel aftur, og harvið er plássið hjá Elias og teimum tryggjað. Við at fáa stig í heimadystinum móti Zagreb í næstu viku, endar Kiel ovast í sterka bólkinum (Mynd: EuroHandball)
Tað endaði 27-28 í kókandi høllini í Szeged. Elias Ellefsen á Skipagøtu var ikki inni síðstu minuttirnar. Verjuparturin, umframt Nikola Bilyk og svenski toppskjúttin Eric Johansson, tóku sær av at avgerða dystin. Tað var annars 27-26 til Pick Szeged, tá fýra minuttir restaðu í.
21-ára gamli føroyingurin hjá Kiel var annars við at leggja grundarlagið fyri sigurin í Ungarn. Eftir eina heldur trilvandi byrjan fekk Elias veruliga gongd á, og innan stutt tíðarbil í fyrra hálvleiki skoraði hann trý flott mál og legði upp til fleiri onnur, tá Kiel skapti eina frástøðu.
Samanlagt skoraði spælskiparin fimm mál, og hann legði upp til tað sama bara í fyrra hálvleiki.
Kiel hevði Elias í miðdeplinum í fagnaðuruppslagnum á sosialu miðlunum beint eftir dystin (Mynd: THW Kiel)
Tey bæði málini hjá nummar 71 í seinna hálvleiki eru á videobrotinum, sum sæst ovast í greinini ella á Youtube. Hvørt er betri enn annað. Nakrar flottar fríspælingar hjá føroyinginum eru eisini við á klippinum, ið er tríggjar minuttir.
Í seinastu viku var Elias Ellefsen á Skipagøtu á vikuliðnum í Champions League fyri frálíka avrikið móti Eurofarm Pellister í Kiel. Á útivølli móti sterkari mótsstøðu í kvøld, vísti ungi føroyingurin aftur sínar dygdir - eisini tá tað stóð á hjá sínum liði. Seinni í ár skal hann spæla Champions League fjórðingsfinalu og møguliga Final Four.
Sí eisini:
Video: Elias-framsýning í Kiel
Elias í uppskoti sum heimsins besti ungi spælari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald