Hon hevur so fingið fult álit undir Signe Pries Andersen, skoraði einasta føroyska málið í Nations League í fjør, og í dag skoraði hon eitt dreymamál í EM-undankappingini.
20-ára gamla havnarkvinnan Sunniva Willemoes Dal Christiansen hevur nú tvey A-landsliðsmál í tíggju dystum. Hetta eru góð tøl hjá einum verjukendum miðvallara.
Sunniva Willemoes Dal Christiansen fagnað eftir sítt mál móti Aserbadjan í Klaksvík í oktober í fjør (1-2) - Savnsmynd: Sverri Egholm
Vakra málið hjá Sunnivu í Montenegro í dag sæst ovast á síðuni - beinanvegin í videobrotinum.
Tað gjørdist greitt tað mest jagliga á einum degi, har Føroyar stríddust væl men misti takið á dystinum og lat nøkur heldur løtt mál inn.
---------------------------------------------------
EM undankapping - bólkur C3
2. umfar, týsdagin 09.04
Montenegro - Føroyar 5-1 (2-1)
10' Sunniva Willemoes Dal Christiansen (Eyðvør Klakstein) 0-1
17' 1-1
41' 2-1
58' 3-1
84' 4-1
90' 5-1
Føroyar: 5-4-1 (3-4-3): Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (55' Sanna Svarvadal), Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Durita Hummeland (46' Tórunn Højgaard Joensen) og Ásla Johannesen (L) - Eyðvør Klakstein, Rúna Jacobsen, Sunniva Willemoes og Heidi Sevdal (46' Fridrikka Clementsen) - Malena Olsen (55' Mona Rasmusdóttir)
Høvuðsvenjari: Signe Pries Andersen
Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
1. Montenegro 6 stig (+9)
2. Grikkaland 6 stig (+4)
3. Føroyar 0 stig (-5)
4. Andorra 0 stig (-8)
3. umfar, 31. mai:
Føroyar - Andorra
Grikkaland - Montenegro
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald