Hondbóltur

Video: Framsýningin hjá Füchse í oddabrakinum

Í fjórðseinasta umfari staðfesti Füchse Berlin, at liðið er á meistarakós. Hákun West av Teigum og teir kunnu skriva søgu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-30 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Füchse Berlin hevur ongantíð vunnið týska meistaraheitið, men hetta kann gerast veruleiki sunnudagin 8. juni, tá seinasta umfar í Bundesliguni er á skránni.

Eftir greiða sigurin í oddadystinum í fjórðseinasta umfari í gjár legði týska høvuðsstaðarfelagið seg einsamalt á odda.

Sí eisini: Føroyingurin og Fuchse á veg móti fyrsta týska meistaraheitinum

[object Object]
Áttandi sigurin á rað hjá Füchse og teir hava nógv at fegnast um (Mynd: EPA)

Støðan í oddinum í Bundesliguni eftir fjórðseinasta umfar

1. Füchse Berlin 52 stig
2. Magdeburg 51 stig 
---------------------------
3. Melsungen 50 stig
4. THW Kiel 46 stig 

Nummar 1 og 2 koma í Champions League næsta ár

Endaskráin er á pappírinum góð: Einki lið sum er í ovaru hálvu er eftir. Teir seinastu tríggir dystirnir hjá Füchse Berlin verða spældir innanfyri teir næstu tíggju dagarnar - felagið hevur ongantíð áður vunnið meistaraheitið.

Í gjár var Mathias Gidsel fullkomilga óstýriligur. Heimsins besti spælari skoraði 15 ferðir í 37-29 sigrinum.

Hákun West av Teigum spældi øll álopini. Føroyski høgri vongurin fekk bóltin einaferð - og skoraði púra trygt.

[object Object]
Hákun West av Teigum er í løtuni á tindinum við Füchse - liðið er eisini í Final Four í Champions League (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder