
Annað av fýra umførum í European League meginumfarinum var á skránni í gjárkvøldið, týsdagin 18. februar. Týsk stórfeløg eru við, og tey høvdu heimavøll í gjár.
Les eisini: Elias toppskjútti í evropeiskum sigri hjá Kiel
Jóhan á Plógv Hansen skoraði trý mál uppá fýra skot í 34-34 javnleikinum hjá Flensburg-Handewitt móti franska Fenix Toulouse.
Ta eina av hesum sæst í videobrotinum omannfyri ella HER og er tað ógvuliga snilt - ferfaldi heimsmeistarin lyftur úr spískum bóltin hegnisliga uppum portgisisika málverjan. Tað er frá 1.23
Les eisini: Elias toppskjútti í evropeiskum sigri hjá Kiel
Elias Ellefsen á Skipagøtu varð toppskjútti í 32-22 sigrinum hjá THW Kiel á FC Porto við 6 málum uppá 9 skot.
Á 1.55 í hæddarpunktunum niðanfyri sæst eitt framúr mál hjá Eliasi, har hann í støðu av høgra bakki tekur sakina í egnar hendur og høggur bóltin upp í longra málhornið.
Hoyvíkingurin legði eisini upp til trý mál. Tað eina var ógvuliga frek fríspæling til Patrick Wiencek á strikuni - afturum seg sjálvan og kroystur av tveimum hjá Porto. Hendan alveringin sæst á 0.35 niðanfyri ella HER.
Les eisini: Elias toppskjútti í evropeiskum sigri hjá Kiel
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald