
Smáir tíggju minuttir eru leiktir á Svangaskarði, tá Jákup Símun Simonsen verður feldur beint uttanfyri brotsteigin hjá Avenir Beggen í einari gjøgnumbrotsroynd. Frísparki tekur Kári Reynheim sær av. Kantspælarin við tíggju-talinum á rygginum svingar vinstra beinið, bólturin fer uppum múrin og framvið málverjanum hjá liðnum úr Luksemborg.
Tvær vikur frammanundan hevði Olgar Danielsen skrivað føroyska fótbóltssøgu á sama leikvølli, tá KÍ tók ímóti Skonto Riga í Champions League. Steypavinnararnir B36 taptu sama dag 1-0 í Luksemborg í Evropa Cup fyri steypavinnarar, ið seinni smeltaði saman við UEFA Cup, sum seinni gjørdist til Europa League.
Les eisini: Sjónband: Fyrsta føroyska málið í evropeiskum dysti
Málið hjá Kára Reynheim setti veruligalív í fjøldina og fekk javnvág í samanlagt. Seinni í hálvleikinum skoraði Beggen tó til 1-1, og útivallarmálið gjørdi, at B36 so tørvaði at fáa tvey mál afturat. Ímillum málini bjargaði póllendski málverjin hjá B36, Wieslaw Zakrewski einum brotssparkið.
Alt hetta sæst í vidobrotinum omanfyri, ið bolt.fo í gjár legði út á Youtube.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald