Fótbóltur

Video: Her er søguliga málið hjá Jóan Símun

27 ára gamli landsliðsleikarin skoraði fyrsta føroyska málið í týskum fótbólti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-06 01:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jóan Símun Edmunsson skoraði í dag sítt fyrsta mál í næstbestu deildini í Týsklandi, har hann spælir við Arminia Bielefeld.

Bielfeld var á útilvølli móti Heidenheim. Heimaliðið legði seg á odda í 44. minutti, men bara ein minutti seinni javnaði Jóan Símun. Tað var harvið 1-1 í hálvleikinum, sum eisini gjørdist úrslitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder