0-1, 0-9 og 1-5. Hetta vóru úrslitini í teimum trimum undanfarnu dystunum móti Montenegro. Føroysku kvinnurnar vóru eisini í bólki saman við Montenegro í Nations League í fjør, og liðið av Balkan kom til Tórsvøll í gjár sum oddalið í EM-undankappingarbólkinum.
Tær fóru tó avstað við ongum. Føroysku kvinnurnar vóru knáar, kyniskar og vælskipaðar. Føroyar vunnu ógvuliga óvæntað - høvdu heilt høg odds hjá veddingarfyritøkum undan dystinum - men sum heild fult uppiborið eftir dystargongdini.
Føroysku kvinnurnar stórfegnast eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)
Liðið sum ein eind, umframt einstakir spælarar - alt frá roynda liðskiparanum Áslu Johannesen til blaðungu Fridrikku Clementsen - vístu seg væl fram. Tað var eitt vónbrot, at Føroyar ikki fingu nakað stig í Nations League í fjør, men nú hevur liðið hjá Signe Pries Andersen bast Montenegro og Andorra (trygt) á heimavølli, umframt spælt tættan útidysti móti Grikkalandi í 2024.
Hetta er eitt av stóru úrslitinum hjá føroyskum kvinnufóbólti. Her sær eisini út til at vera ymiskt at byggja uppá við millum annað nógvum ungum spælarum. Seinasta uppgávan í undankappingini verður á útivølli móti Andorra týsdagin. Har standa Føroyar sum favorittar.
Hæddarpunkt frá dystinum eru á kvf.fo, sum vísti dystin. Meira tilfar frá Portalinum av Tórsvølli sæst niðanfyri.
Málini frá 2-1 sigrinum hjá Føroyum, sum Heidi Sevdal og Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir skoraðu, liggja á heimasíðuni hjá Kringvarpinum - inni í greinini "Føroyar fingu lønt Montenegro aftur"
EM-undankapping, deild C - bólkur B
5. umfar á Tórsvølli 12.07
Føroyar - Montenegro 2-1 (2-1)
19' Heidi Sevdal 1-0
22' Armisa Kuc 1-1
32' Jensa Tórolvsdóttir 2-1
Føroyar (5-3-2/3-5-2): Valborg Østerø - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Birita Ryan, Sunniva Willemoes og Lea Lisberg - Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Fridrikka Clementsen - Heidi Sevdal, Ásla Johannesen (L)
Hesar komu inni í 2. hálvleiki: Petra Hoydal, Rúna Jacobsen, Julia Naomi Mortensen og Anna Brændstrup
Les um dystin:
Føroyar á sigurskós
Føroyar gjørdu bart móti Montenegro
Sí myndir hjá Sverra Egholm HER
Sí samrøður her:
Signe Pries Andersen - Hetta vísir at tað ber til
Sanna Svarvadal: Langtsíðani vit hava vunnið á so sterkum mótsstøðuliði
Heidi Sevdal: Eg hugsaði: Skjót bara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald