Fótbóltur

Video: Hetta málið fær Messi og Ronaldo at klóra sær í nakkanum

Sólja Ernstsdóttir av Strondum tók sakina í egnar hendur, og avgjørdi steypafinaluna hjá U15 gentum.

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2020-11-23 18:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Steypafinalan hjá U15-gentum varð spæld á Tórsvølli í gjár. Avgerðin fall ikki fyr enn fýra minuttir vóru eftir at spæl.

Sólja Ernstsdóttir av Strondum tók sakina í egnar hendur tá hon streyk avstað, og við góðum skoti beint uttanfyru brotsteigin langaði hon bóltin í málið.

Úrslitið gjørdist 1-0 til Skála, sum harvið vann Eilif Arge steypið 2020.

Televarpið sendi dystin beinleiðis á Rás1, og hevur lagt málið á netið:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder