Hondbóltur

Video: Hetta siga Julian og Mark um stórdystin í kvøld

Venjararnir og viðmerkjararnir eru rættiliga vísir í, at føroyska liðið megnar at standa ímóti trýstinum. Føroyar eru í betri støðu enn áður móti Ukraina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-26 12:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 19 verður størsti hondbóltsdystur í, í øllum førum nýggjari tíð, bríkslaður í gongd. Tað verður fullsett á Hálsi, tá Føroyar og Ukraina spæla lagnudyst í næstseinasta umfari í bólki 4 í EM-undankappingini.

Til Hondbóltsprátið á Portalinum fríggjadagin segði Julian Johansen, U-21 landsliðsvenjari og viðmerkjari, at nú er eitt ávíst trýst á føroyska liðnum. Tað fer at vera eitt veruligt vónbrot, um føroyska liðið ikki røkkir EM-endaspælinum hesuferð, staðfesti Julian, og tað ásannaði Mark Lausen-Marcher eisini. Hann er eisini U21-landsliðsvenjari og er ítróttarstjóri í Hondbóltssambandinum.

Teir søgdu tó eisini, at tað vildi ikki verið ein katastrofa, um tað ikki eydnast í kvøld, har kravið er ein sigur. Julian og Mark vísa á, at føroyska spælararnir eru væl brynjaðir til slíkar uppgávur við millum  annað teirra royndum í altjóða dystum og eisini við dygdum okkara.

- Okkara bestu spælarar hava hægri toppstøði enn teir hjá Ukraina hava, og vit eru á einum betri staðið, enn tá vit hittu teir í til dømis í fjør. Tá var til dømis Elias á Skipagøtu ikki við, og hann er eisini betur fyri nú enn til dystirnar móti Rumenia.

(Hetta setti Elias sjálvur orð á, tá Portalurin hitti hann eftir venjingina í gjár - sí her)

Annars settu menninir við mongu royndum í hondbólti orð á nøkur lyklating í spælinum. Áhugvert var millum annað, at Julian Johansen tosaði so beinleiðis um týdningin av, at verjuparturin fæst at sita ordliga - tað at álopið skapar nóg nógvar møguleikar, er hann ikki stúrin um, og tað var nakað tað sama, sum Peder Bredstorff-Larsen, landsliðsvenjari segði við okkum á Hálsi í gjár.

Sí alt hondbóltsprátið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder