Hondbóltur

Video: Jóhan og teir vunnu á Hákun og teimum

Vongspælararnir skoraðu trý mál hvør í bronsudystinum í týsku steypakappingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-14 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var stórt vónbrot hjá bæði Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt í gjár, tá liðini taptu í hávlfinalunum í týsku steypakappingini.

Troystarlønin var bronsan, sum spælt varð um í dag. Oddaliðið í Bundesliguni spældi ein ógvuliga góðan álopshálvleik við 19 málum, men í 2. hálvleiki var Kevin Müller í málinum ein múrur, og Flensburg var greitt omaná.

Hákun West av Teigum slapp framat í dag, meðan Hans Lindberg bert skeyt brotskøst. Hoyvíkingurin skoraði trý mál - millum annað góð mál beinanvegin.

Jóhan á Plógv Hansen skoraði eisini trý mál. Havnarmaðurin kundi, í mun til Hákun, fegnast eftir seinasta bríksl.

Bronsan merkir tó ikki nógv í mun til Bundesliguna og European League, og har skulu bæði liðini stríðast nú aftur skjótt

Füchse Berlin - Flensburg-Handewitt 28-31 (19-15)
Sí tøl á hbold.dk

Sí brot frá dystinum omanfyri har bæði Jóhan og Hákun skora.

Magdeburg vann sum væntað finaluna. Tað var við greiðum sigri á Melsungen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder