2023-07-12 18:59
22 ára gamli Niclas Hallgren Niclasen er við á oyggjaleikum fyri fyrstu ferð á Guernsey. Hann er væl nøgdur við hvussu langt hann kom í kappingini í dag.
Hann gjørdist nummar 37 í vegasúkklingini, og hetta má sigast at vera góðtikið. Niklas helt seg í høvuðsfeltinum í nærum tríggjar av teimum longu umgangunum, og tað var heilt gott klárað.
Sí samrøðu, sum Ingi Samuelsen gjørdi við Niklas Hallgren Niclassen á Guernsey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald