2023-07-13 00:10
Langt frammanfyri allar hinar á 200 metra teininum kom kvívíkingurin Jónas Gunnleivsson Isaksen á mál á Guernsey í kvøld.
Tíðartøkan á leikvøllinum riggaði ikki, so tað ber ikki til at siga hvør tíðin var. Kortini var eingin ivi um, at Jónas Gunnleivsson Isaksen var fyrstur á mál og vann gull.
- Hetta var tað eg kom eftir, slgur gullvinnarin.
Sí samrøðu, sum Ingi Samuelsen gjørdi á Guernsey í kvøld.
Les eisini: Jónas vann suverent - men veit ikki hvussu skjótt hann rann
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald