44 ára gamli Fróði Vitalis Hansen fer í morgin í MMA búrið fyri seinastu ferð sum yrkisíðkari. Hann hevur verið yrkiskempari í MMA síðani 2005.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hann metir seg vera væl fyri, og hann fer at leggja hart út í dystinum móti Mourad Serrar.
Vit prátaðu við Fróða Vitalis Hansen tá innvigingin var í Høllini á Hálsi seinnapartin. Hoyr samrøðuna omanfyri.
Tað verður klokkan 21 í MMA Føroyar, sum byrjar í Høllini á Hálsi klokkan 17:30. Sjey dystir verða gjøgnum kvøldið við íðkarum úr Danmark, Íslandi, Belgia, Luksemborg, og úr Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald