Í gjárkvøldu leiktu B36 og KÍ fyrru dystirnar í 1. umfari í Europa League. Bæði liðini leiktu á útivølli, har KÍ fekk eitt munandi betri útgangsstøði við heim.
KÍ spældi 1-1 javnleik á LFF leikvøllinum í Vilinius ímóti Riterai. Harvið hevur KÍ ein góðan møguleika at koma víðari undan dystinum á Svangaskarði týskvøldið.
Les eisini: Liðformaðurin tryggjaði KÍ javnleik í Litava
B36 tapti 2-0 í Norðurírlandi, og hevur harvið eina ógvuliga trupla uppgávu fyri framman í Gundadali hóskvøldið, um liðið aftur skal vinna seg víðari í 2. umfar í Europa League.
Les eisini: Útlitini hjá B36 eru ikki góð
Málini hjá Crusaders ímóti B36 kunnu síggjast her
Facebook-vanganum hjá B36 ber til at síggja brotssparksbjargingina hjá Hans Jørgensen, umframt góðu frísparksroyndina hjá Árna Frederiksberg
Europa League 1. umfar, fyrru dystirnir - 11.07
LFF Stadium, Vilnius
FK Riterai - KÍ (0-0)
46' Valdemar Borovskij 1-0
55' Jákup B. Andreasen 1-1
KÍ: Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð (86´Torbjørn Grytten), Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen (L), Boris Dosljak - Simen Sandmæl (90' Jonn Johannessen), Patrik Johannesen (88 'Páll A. Klettskarð)
Seaview Stadium, Belfast
(18.00): Crusaders FC - B36 2-0 (1-0)
33' Chris Hegarty 1-0
79' Philip Lowry 2-0
B36: Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Erling Dávidsson, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz (90' Brian Jacobsen), Benjamin Heinesen (60' Stefan Radosavljevic) - Michal Przybylski (90'Hannes Agnarsson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald