
Vilhelm Poulsen hevur ikki spælt so nógv í álopinum, síðani hann skifti til týskan hondbólt, men av tí at Renars Uscins gjørdist skaddur síðst í september, er føroyingurin sloppin meira framat í álopspartinum hjá Hannover-Burgforf.
Í dag eydnaðist hetta ógvuliga væl hjá 26-ára gamla hoyvíkinginum. Vilhelm Poulsen skeyt 7 mál í 32-30 sigrinum á ThSV Eisenach.
Hetta var næstflest av øllum, og harvið ein góð uppliving hjá føroyska høgra bakkinum.
Vilhelm Poulsen hevði nógv at fegnast um í dag, og harvið er meira sjálvsálit komið á tangan til næstu landsliðsuppgávurnar (Mynd: Sverri Egholm)
Vilhelm brendi bert eitt skot, var 7 av 8, og átti eisini eitt upplegg. Samstundis hevði hann ein góðan leiklut í verjuni.
Eitt av málunum hjá føroyinginum - eitt gott langskot - sæst frá 1.44 á videobrotinum ovast ella á síðuni hjá Dyn Handball
Tað var 17-14 í steðginum, og í 2. hálvleiki syrgdu Vilhelm Poulsen og teir fyri, at tað ikki gjørdist ov tætt í Hannover.
Hannover-Burgdorf hevur ikki fingið eina serliga góðan byrjan í Bundesliguni, og tí var sigurin, tann triðji í kappingarárinum, týðandi. Liðið er nú nummar ellivu av teimum 18 liðunum í Bundesliguni
Sí eisini: Elias og teir taptu oddadystin
Vilhelm Poulsen og teir spæla aftur sunnudagin 19. oktober móti GWD Minden. Renars Uscins er møguliga úti til einaferð í november, so føroyingurin fær helst góðar álopsminuttir áðrenn Golden League-kappingina í Noreg um mánaðarskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald