Hondbóltur

VÍF kvinnur spæla tveir evropeiskar dystir um vikuskiftið

Spælt verður í italska býnum Salerno í kvøld og í morgin.

(Mynd: Andrei Antal / VÍF)

(Mynd: Andrei Antal / VÍF)

2024-10-04 13:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein stór og spennandi uppgáva bíðar kvinnuliðnum hjá VÍF, tá tær um vikuskiftið skulu royna seg ímóti Jomi Salerno úr Italia, í European Cup kappingini.

Hópurin ferðaðist til italska býin Salerno nærhendis Napoli í gjár, og spælir í kvøld fyrra dystin.

- Hetta verður ein trupul uppgáva, spælararnir hjá Jomi Salerno eru væl hægri og tyngi enn okkara, men hetta er ein sunn og góð avbjóðing fyri okkara lið, sigur Ingi Olsen, venjari.

Bæði úti- og heimadysturin verða spældir í Salerno.

Dystarskrá:

Fríggjadagur 5. oktober kl. 18.00

Leygardagur 6. oktober kl. 17.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder