Besta kvinnulið felagsins hevur roynt seg, og bæði kvinnurnar og menninir hjá H71 hava spælt teirra fyrstu dystir í European Cup í ár.
Tað sær út til, at mansliðið hjá H71 fer út eftir hetta umfarið. Tað endaði við 40-33 tapi í Brixen í gjár - seinni dysturin millum tey liðini verður leygarkvøldið.
Sí eisini: H71 lat 40 mál inn í Italia og tapti greitt
Júst Brixen vitjaði í Vestmanna í fjør í 2. umfari í European Cup. Tá vann italska liðið við samanlagt trimum málum.
Filip Jojic aftur á vøllinum - hann skoraði nógv mál í Evropa í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í ár er tað eitt lið úr Eysturríki, sum vitjar. Seinastu árini hjá West Wien hava verið heldur sertøk. Felagið, sum hevði sína stórveldistíð síðst í áttatiárunum og fyrsti í nítíárunum, vann meistaraheitið í 2023 - men fór síðani niður í næstbestu deildina.
Fíggjarligir og umsitingarligir trupulleikar vóru orsøkin, og West Wien fór fyribils frá støðuni sum professionelt felag. Tað eydnaðist tó at reisa seg: West Wien vann næstbestu deildina, umframt steypakappingina og er harvið aftur í bestu deildini í Eysturríki - og í Evropa.
Hetta leiðir liðið til Vestmanna, har føroysku steypavinnararnir í kvøld taka ímóti. Filip Jojic er spakuliga komin í gongd, og VÍF skal standa seg móti favorittunum.
Vestmenningar ætla at gera nógv burturúr við millum annað andlitsmáling frá klokkan 19. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 20.
Mynd: VÍF
European Cup 2. umfar -fyrru dystirnir hjá føroysku liðunum
Í dag, fríggjadagin 18.10
20.00: VÍF - Handball West Wien
Í gjár, hósdagin 17.10
SSV Brixen - H71 40-33 (20-14)
Sí eisini: H71 lat 40 mál inn í Italia og tapti greitt
Seinnu dystirnir verða spældir í morgin, leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald