Hondbóltur

VÍF tryggjaði sær oddasessin

Neistin vann móti H71, vestmannadamur tryggan sigur móti StÍF, og Stjørnan vann málríkan dyst móti VB.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-03 23:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir dystir vóru leiktir í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum seinnapartin.

Við 27-17 sigri á StíF og samstundis sum H71 tapti sín dyst móti Neistanum, eru vestmannadamurnar í VÍF á odda í deildini við 12 stigum.

H71 liggur á øðrum plássi við tíggju stigum, men við 26-19 tapi móti Neistanum minkar munurin í oddinum.

VB var á vitjan hjá Stjørnuni í Klaksvík. Stjørnan vann dystin 37-29 meðan VB enn hevur til góðar at vinna sín fyrsta dyst í ár.

Støðan SMS kvinnur
1. VÍF (12 stig)
2. H71 (10 stig)
Kyndil (8 stig)*
Neistin (8 stig)
Stjørnan (6 stig)
StÍF (4 stig)
VB (0 stig)

*Ein dyst færri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder