Fyri einari viku síðani skuldi ein dystur í Betrideildini verða leiktur í Sarpugerði. Hann varð tó av ongum, tí seks leikarar hjá AB, ið ganga á Glasi, vóru í sóttarhaldi.
Víkingur - AB útsettur
Dysturin varð útsettur eina viku, og í kvøld sleppa liðini á vøllin í Norðragøtu. Hjá AB kann hvørt stig fáa stóran týdning í niðurflytingarstríðnum. Higartil er tað ikki eydnast hjá AB at vinna ein dyst. Seinast í juli og fyrst í august eydnaðist at fáa tríggjar javnleikir á rað á Argjum - síðani hevur liðið hjá Símuni Samuelsen og Tonny Brimsvík tapt fimm ferðir á rað. Í løtuni eru argjamenn á plássinum, ið hevur við sær ein upp- og niðurflytingardyst móti næstovasta besta liðnum í 1. deild.
Víkingur vann 12. juli 2-1 á AB í Sarpugerði. Tá liðini hittust í 1. umfari, endaði tað við óvæntaðum málleysum javnleiki á Argjum. Víkingarnir eru í einum góðum stima í løtuni. Jóhan Petur Poulsen hevur vunnið í sínum fyrstu trimum dystum sum oddamaður, og Vìkingur hevur vunnið seks ferðir á rað. Um liðið aftur vinnur í kvøld, so eru bert fýra stig upp til 2. plássið, ið heilt víst gevur Europa League, og trý stig upp til NSÍ á triðja plássinum sum kann geva evropeiska luttøku.
Betrideildini 21. umfar
30.09 - útsettur frá 23.03
18.00: Víkingur - AB
Portalurin dagførir beinleiðis frá dystinum
Støðan
1. HB 55 stig (21 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir)
3. NSÍ 47 stig (21 dystir)
4. Víkingur 41 stig (20 dystir)
5. B36 40 stig (19 dystir)
6. ÍF 22 stig (21 dystir)
7. EB/Streymur 20 stig (22 dystir)
8. TB 14 stig (22 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 3 stig (21 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald