
Víkingur tapti samanlagt 5-2 fyri HJK Helsinki í fyrsta undanumfarið. Men nýggja skipanin hjá UEFA ger, at meistaraliðini fáa ein nýggjan møguleika í evropeisku kappingunum..
Tað er í Evropa League, og føroysku meistararnir skulu upp ímóti einum øðrum tapandi Champions League-liðið.
Talan er um Torpedo Kutaisi úr Georgia. Hetta er greitt, eftir at Sheriff Tiraspol sló georgiska liðið út í kvøld. Torpedo vann 2-1 á heimvølli í fyrra dystinum, men Sheriff vann trygt 3-0 í kvøld.
Kutaisi er næststørsti býur í Georgia. Liðið hevur fyri tað mesta georgiskar leikarar á liðnum.
Seinastu seks ferðirnar er liðið ikki komið víðari úr fyrsta umfarið í Evropa, men í 2003 vann Torpedo Kutaisi greitt í 1.undanumfarið í Champions League. Tá var B36 mótstøðuliðið, og endaði tað 6-2 samanlagt.
Hópurin hjá Víkingi er í løtuni í Svendborg á Fjóni, har venjingarlega er til mánadagin. Síðani gongur leiðin til Georgia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald