Fótbóltur

Víkingur spilti spælið hjá KÍ

Hóast støðan eina løtu bendi á tað, bleiv tað heldur ikki í dag, at KÍ á pappírinum fór avstað við FM-heitinum. Fýra dystir vóru í bestu mansdeildini í fótbólti í dag.

Olaf Bárðarson skoraði til 2-1 ímóti EB/Streymi í Sarpugerði í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Olaf Bárðarson skoraði til 2-1 ímóti EB/Streymi í Sarpugerði í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-02 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra dystir vórðu seinnapartin leiktir í fremstu mansdeildini í fótbólti. Talan var um eitt umfar, sum ikki bleiv spælt liðugt í mai mánaða eftir eitt koronaútbrot.

Allir fýra dystirnir vóru avgreiddir í øllum góðum í dag, og hóast tað eina løtu sá út til, at KÍ kundi gerast Føroyameistari í dag, so hendi tað ikki. Tí sundalagsmenn løgdu seg á odda ímóti Víkingi seint í fyrra hálvleiki, og hóast Sølvi Vatnhamar javnaði í 49. minutti, vóru klaksvíkingar framvegis meistarar.

Ikki fyrr enn Olaf Bárðarson legði Víking á odda 2-1 mátti KÍ ásanna, at meistaraheitið má bíða til aftaná landsliðssteðgin.

Í Gundadali var sonn grannauppgerð. Ein grannauppgerð sum plagar at enda á jøvnum, men soleiðis var ikki í dag. HB legði seg á odda heili 4-0 áðrenn B36 síðst í dystinum svaraði aftur, og snøggaði um úrslitið 4-2.

Tveir botndystir vóru eisini. TB og ÍF sum hittust í Trongisvági hava helst sæð veruleikan um niðurflyuting í eyguni. Eitt mál kom í dystinum, og tað var Steinbjørn Olsen sum tók sær av tí fyri ÍF, sum vann dystin 1-0. Trý stig til fuglfirðingar, men tað sær framvegis svart út at vera verandi í deildini.

Á Svangaskarði var stórur har nummar seks og átta á stigatalvuni møttust. 07 Vesur vann dystin 2-1, og leggur sostatt sjógv millum seg og EB/Streym B68 sum liggja á sætta á áttanda plássið.

B68 - 07 Vestur 1-2 (0-1
3’ Dann Fróðason 0-1
79’ Andri Benjaminsen 1-1
86’ Sølvi Egilsson 1-2

B36 - HB 2-4 (0-2)
12’ Michal Przybylski 0-1
26 Sjálvmál 0-2
50’ Mikkel Dahl 0-3
53’ Stefan Radosaljevic 0-4
84’ Mathias Thrane 4-1
90’ Bjarki Nielsen 4-2

TB - ÍF 0-1 (0-0)
65’ Steinbjørn Olsen 0-1

Víkingur - EB/Streymur 3-1 (0-1)
40’ Andrass Olsen 0-1
49’ Sølvi Vatnhamar 1-1 (br.)
69’ Olaf Bárðarsson 1-2
73’ Martin Klein Joensen 1-3


Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ 65 stig (23 dystir)
2. Víkingur 56 stig (24 dystir)
3. HB 49 stig (23 dystir)
4. B36 42 stig (24 dystir)
5. NSÍ 38 stig (24 dystir)
6. 07 Vestur 25 stig (24 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (23 dystir)
8. B68 19 stig (24 dystir)
9. ÍF 16 stig (24 dystir)
10. TB 3 stig (23 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder