Leygardagin var seinasta umfar í VFF Cup avgreitt í Havn. HB vann finaluna á Skála eftir brotssparkskapping
Hóast kappingin hjá Venjarafelagnum er av, so halda liðini fram spæla venjingardystir sum fyrireiking til kappingarárið. Júst Skála leikti í gjár. Víkingur tók ímóti, og eftir at skálamenn fóru ósigraðir ígjøgnum teir 6x90 minuttirnar í VFF Cup, so gjørdist tað í kvøld talan um ein ósigur hjá liðnum hjá Eyðun Klakstein.
Víkingur vann 3-1, har tveir útlendskir leikarar stóðu fyri málunum. Sagt verður úr Sarpugerði, at talan var um ein góðan venjingardyst, ið gekk aftur og fram, men har víkingarnir vóru naksari. Liðini hittust á Skála í VFF Cup miðskeiðis í januar. Tá endaði tað við 1-1 javnleiki.
Víkingur-Skála 3-1 (1-0)
1-0: Milan Svojic, 44.
2-0: Adeshina Lawal, 68.
3-0: Adeshina Lawal, 82.
3-1: Jákup Johansen, 88.
Liðið hjá Skála: Sonni Højgaard – Leivur Joensen (Aksel Jacobsen, 76.), Jákup Jakobsen, Teitur R. Joensen, Djóni Petersen – Pætur Dam Jacobsen (Niels Pauli Danielsen, 76.), Ólavur Mikkelsen (Teitur Poulsen, 85.) – Ari Olsen (Kristian Martin Jakobsen, 65.), Heðin Klakstein (Haraldur Højgaard, 65.), Andreas Jacobsen (Dávid
Johansen, 76.) – Jan Ingason Hansen (Jákup Johansen, 61.)
Skála og ÍF spæla í Fuglafirði fríggjakvøldið. Um vikuskifti er árliga Klaksvíkskappingin á skránni, har Víkingur er eit av liðunum.
Kelda: Skála IF
Fótbóltur
Víkingur vann á Skála í Sarpugerði
Víkingur gjørdist í gjárkvølið fyrsta liðið til at vinna á Skála í ár yvir 90 minuttir. Adeshina Lawal sló til tvær ferðir fyri heimaliðið.
Adeshina Lawal gjørdist tvífaldur málskjútti hjá Vìkingi í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
2019-02-20 08:34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald