Talan var um málríkan dyst, tá Hannover-Burgdorf í gjár tók ímóti Fücshe Berlin í 3. umfari í Bundesliguni.
Fücshe er í Champions League og er kanska heldur merkt at tøttu dystarskránni í løtuni. Hetta var annað tapið í Bundesliguni í ár.
Eins og í Norðurmakedónia mikukvøldið, spældi Hákun West av Teigum ikki. Royndi týskarin Tobias Reichmann spældi minuttirnar á høgra vongi og skoraði fýra mál.
Vilhelm Poulsen spældi hinvegin ein leiklut. 25-ára gamli hoyvíkingurin vardi til tíðir bakkinum og skoraði eisini eitt mál.
Hin høgri bakkurin hjá Hannover-Burgdorf varð toppskjútti við heili ellivu málum. Renars Uscins er veruliga vorðin ein profilur í týskum hondbólti.
Heimaliðið setti seg meira á dystin, sum fyrri hálvleikur leið, og í steðginum var 21-17. Fücshe kom ikki nærri enn niður á minus tvey í 2. hálvleiki, og harvið vórðu tey bæði stigini verandi. Góður sigur hjá Vilhelmi og teimum sum hava fýra stig fyri trý umfør.
Hákun West av Teigum og Vilhelm Poulsen spæla lið um lið á landsliðnum. Í gjár spældu lið teirra í Bundesliguni móti hvørjum øðrum - bert Vilhelm spældi (Mynd: Sverri Egholm)
THW Kiel hevur eisini fýra stig. Í gjár vann liðið flottan útisigur í Magdeburg. Meistararnir skoraðu bert 24 mál móti Andreas Wolff, sum er skrásettur fyri 14 bjargingar.
Nýggi danin, Emil Madsen, tók ábyrgd í álopinum og skoraði 9 mál av høgra bakki. Fleiri bakspælarar hjá THW Kiel eru skaddir - millum annað Elias Ellefsen á Skipagøtu. Føroyski spælskiparin er framvegis darvaður av knæðnum.
29-24 sigurin setur Kiel í betri støðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald