Hondbóltur

Vilhelm skoraði tvær ferðir í fyrstu royndini í Týsklandi

Hannover-Burgdorf tapti tó á heimavølli móti Gummersbach. Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu tapti eisini.

Vilhelm til EM í Týsklandi - nú spælir hann fast í heimsins størstu hondbóltstjóð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vilhelm til EM í Týsklandi - nú spælir hann fast í heimsins størstu hondbóltstjóð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-06 07:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilhelm Poulsen gjørdist í gjárkvøldið tann fjórði føroyingurin, sum spældi í týsku Bundesdeildini. 

24-ára gamli høgri bakkurin úr Hoyvík spældi ein leiklut í verju og álopi hjá Hannover-Burgdorf, og skoraði hann tvey mál móti Gummersbach.

Hetta var tó ikki nóg mikið. Tað var 15-15 í steðginum, og í 2. hálvleiki fór útiliðið frá.

Kroatin Kuzmanovic stóð frálíka væl í málinum hjá Gummersbach, ið vann 32-28. 

Kiel tapti uttan Elias

Mest vinnandi felagið í Týsklandi hevur nógvar skaðar í løtuni, og tað var partur av tí, sum kostaði, tá Juri Knorr og hinir vunnu í Mannheim.

Kiel hekk - javnleikur í steðginum - men Rhein-Neckar Löwen var sterkari á degnum og vann við fimm málum.

Harvið ikki góð byrjarn hjá Kiel, sum hevði eitt vánaligt Bundesliga-ár í 2023/2024. Spurningurin er so, nær Elias Ellefsen á Skipagøtu verður tøkur aftur. Knæðið darvar føroyska spælskiparan.

Hákun West av Teigum og Fuchse Berlin vunnu stórsteypið síðsta vikuskifti. Høvuðsstaðarfelagið setur hol á Bundesliga ár sítt leygarkvøldið klokkan 19 móti Eisenach.

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt spæla í kvøld móti Erlangen.

--

Rættað 6. september kl. 8:23: Áður stóð, at Vilhelm Poulsen var triði føroyingurin í týsku Bundesdeildini. Hetta er ikki rætt. Vilhelm Poulsen er fjórði føroyingurin, sum spælir í bestu týsku hondbóltsdeildini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder