placeholder
Fótbóltur

Vilja hava steypið aftur í Sarpugerð

Sunnudagin eru fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Fyri Sølva Vatnhamar hjá Víkingi er málið heilt greitt, at steypakappingin skal vinnast.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-20 18:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: – Til øll tey sum halda, at árið er bjargað, bara tí vit vunnu bronsu í landskappingini, mugu trúgva umaftur. Vit ætla okkum heilt greitt at vinna steypakappingina, og endaspurturin byrjar sunnudagin, sigur miðvallarin hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar.

Síðst í oktober endaði landskappingin hjá monnum, og sum flestu kunnugt, so fór KÍ avstað við meistaraheitinum. Men framvegis eru fýra lið, ið dystast um Løgmanssteypið, og í morgin, sunnudagin, eru fyrru hálvfinalurnar á skránni.

Í Sarpugerði í Norðragøtu spæla Víkingur og B36, og í Havn fær HB vitjan av NSÍ. Báðir dystirnar byrja klokkan 15.

Eftir ætlan skuldi dysturin millum Víking og B36 spælast í dag, leygardagin, men vegna keðiliga veðurforsøgn, bleiv dystur útsettur.

– Í B36 eru tey uttan iva ikki nøgd við 5. plássið í landskappingini, og tí vænti eg tvær sera torførar hálvfinalur. Men teir skulu bestemt ikki fáa nakað forerandi. Eg havi spælt átta finalur, og tá man fyrst hevur roynt tað einaferð, so vil man gera nógv, fyri at koma í finaluna aftur. Tað er størsti dystur á árinum, sigur Sølvi Vatnhamar við heimasíðuna hjá FSF.

Seinnu hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 27. og sunnudagin 28. november. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder