placeholder
Fótbóltur

Viljormur og Vejle nærkast uppflytingini

Vejle vann mánakvøldið ein greiðan 4-1 sigur á FC Roskilde.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-07 10:04 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle nærkast av álvara superliguni. Í gjár vunnu teir ein greiðan 4-1 sigur tá FC Roskilde var á vitjan. Viljormur fekk ein tíma á vøllinum í sigrinum.

Nú fýra dystir eru eftir at leika liggur Vejle framvegis greitt á odda í næstbestu donsku deildini, har teir hava sjey stig niður til Viborg á øðrum plássi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder