Tað sá heldur tungt út í hálvleikinum. Men føroyska toymið av venjarum og spælarum funnu røttu amboðini móti Spania.
Spakuliga hálaðu vit sponsku leiðsluna frá hálvleikinum innaftur, og seinastu 15-20 minuttirnir skiftust liðini um at hava leiðsluna.
Aggressiva føroyska spæli órógvaðu sponsku kvinnurnar, sum tyktust gerast alt meira frustreraðar, sum dysturin leið.
Óiva hevur áhaldandi føroyski sangurin, trummuslátturin og rópini handan spanska málverjan í øðrum hálvleiki havt sína ávirkan. Føroysku spælararnir hava nógv at takka fjepparunum, sum eru komnir allan vegin til Trier, fyri.
Og móti endanum skrædnaði. Sponsku señoritarnar funnu ikki loysnirnar. Skutu upp um, um ikki Rakul Wardum í málinum bjargaði.
Tá ein minuttur var eftir vóru Føroyar framman fyri við einum. Spania mátti heilt fram at verja, og so rann Jana Mittún seg heilt fría og legði Føroyar framum við tveimum.
Og tað var tað.
Ein framúr spennandi dystur. Ikki altíð so væl spældur, men hvat ger tað, tá sigurin er vunnin.
Vit eru væl á veg til Dortmund
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald