Fótbóltur

Vitjunartíð hjá Víkingi og HB

Víkingur kann koma ájavnt í stigum við NSÍ og KÍ, og HB kann nærkast teimum ovastu liðunum. Týðandi botndystur er í Hólmanum.

HB og Víkingur hava møguleikan at gera oddastríðið meira spennandi seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

HB og Víkingur hava møguleikan at gera oddastríðið meira spennandi seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-23 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vóru tveir spennandi dystir leiktir í Betrideildini. Sigursrøðin hjá B36 og NSÍ steðgaði, tá liðini spældu javnt í oddadystinum í Gundadali. Tað var veruligur Jóansøkustemningur við Stóra í gjárkvøldið, tá TB basti oddaliðnum KÍ, ið fyri tað mesta hevur verið flúgvandi í ár.

Les meira um dystirnar her:
NSÍ bjargadi sær stig í yvirtíðini í Gundadali 
TB koppaði oddaliðnum á Jóansøku

Úrslitini í gjár hava við sær, at uppaftur meira spenningur kann koma í oddastríðið. Eitt er, at KÍ og NSÍ nú eru jøvn í stigum, og B36 er eitt stig tættari oddasessinum, men um Víkingur og HB vinna sínar útidystir í dag, so gerst oddastríðið tættari og harðari. Spenningur er eisini um dystin á Eiði, har ÍF hevur tørv á at fáa stig fyri at lyfta seg av aftasta plássinum.   

Betrideildin - 14 umfar
23/6 :
AB - Víkingur 
EB/Streymur - ÍF
Skála - HB 

Í gjár:

B36 - NSÍ 1-1 (1-0)
21' Michal Przybylski 1-0
92' Jóhan Troest Davidsen 1-1

TB - KÍ 1-0 (0-0)
73' Teitur J. Olsen 1-0

Støðan í Betrideildini: 
1. NSÍ (32 stig) *
2. KÍ (32 stig) *
3. B36 (31 stig) *
4. Víkingur (29 stig)
5. HB (24 stig) 
6. Skála (15 stig) 
7. TB (15 stig) *
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig) 

*Ein dyst fleiri

Seinast í apríl vann Skála á HB í Gundadali og staðfesti harvið sína støðu sum avbjóðari í stríðnum um ovastu plássini. Síðani tá hevur Skála einki stig fingið - teir seks ósigrarnar á rað eru komnir ímóti topp-fimm liðum. Sjálvsálitið er ikki heilt har hjá Skála, ið tó annars hevur verið væl við í teimum flestu av teimum seinastu dystunum og var nær við at koma í steypafinaluna. Hjá HB hevur pílurin fyri tað mesta peika uppaftur síðani taptið fyri Skála. HB er í steypafinaluni, og hevur bert tapt ímóti Víking í Norðragøtu síðani Skála-dystin. Seinastu tveir dystirnar (ímóti EB/Streymur og ÍF) hevur HB skorað 11 mál. Um føroyameistarnir vinna í dag, so eru Heimir Guðjónsson og hansara menn ikki langt frá oddinum. 

[object Object]
(Fyriuttan tapið í Sarpugerði fyri lítlum mánaði síðani, hevur HB verið væl koyrandi seinastu tíðina - Mynd: Sverri Egholm)

 

[object Object]
(Skála hevur ikki megna at fylt við Vìkingi, HB og hinum liðunum seinastu tíðina - Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur hevur tað ofta trupult við at knógva AB, men tað eydnast tó ofta at hála trý stig í land. Dømi um hetta er seinast, tá liðini hittust -Á Argjum 30. apríl - har Víkingur vann 3-1. Sámal Erik Hentze hevur fyrr staðið á fyri AB, og nú kann hann føra sítt Víkinga-lið, sum hann førdi til FM í 2016 og 2017, heilt fram í oddin. Liðið úr Eysturkommunu hevur ikki tapt síðani í 4. umfari við Løkin, og av teimum seinastu níggju dystunum í Betrideildini hevur Víkingur vunnið átta. AB er hinvegin ikki í nøkrum góðum stima, og tí er Víkingur stórfavorittur í Sarpugerði í dag.

[object Object]
(Í fjør tapti Víkingur á Argjum ímóti AB; í dag skulu argjamenn gera sera nógv rætt í dystinum í Sarpugerði - Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrsta dystinum við nýggja venjarapartinum, Hans Jørgini Djurhuus og Kára Reynheim á odda, vann ÍF í Hólmanum á Eiði. Síðani hevur ÍF tapt seks dystir á rað og liggur á 10. plássi. Nú skulu stig helst á kontoina aftur skjótt, og tí er dysturin í dag sera spennandi. EB/Streymur hevur síðani bert spælt ímóit topp-fimm liðum og hevur fingið stig í Norðragøtu. Seinast liðið fekk ein sigur var á Skála skírisdag. Tískil er nakað av trýsti á hesum liðunum, ið bæði síggja sín møguleika at taka trý stig í dag: ÍF fyri at koma undir liðini á EB/Streymi og av aftasta plássinum og EB/Streymur fyri at koma burtur frá niðastu liðunum. [object Object](Uppflytararnir hava hugt uppeftir alt árið, eru undir liðini á AB, og leita nú eftir einum sigri - Mynd: Jens Kr. Vang)

Allir dystirnir byrja klokkan 15.00, og vit dagføra beinleiðis frá teimum. Aftaná taka vit samanum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder