Hondbóltur

Vónin hjá Danmark livir enn

Donsku kvinnurnar runnu frá Brasil seinastu løtuna, og nú er finala móti Fraklandi um víðari luttøku fyri framman.

Stine Jørgensen og Danmark vunnu við seks málum á Brasil, og kunnu fríggjadagin spæla seg víðari. Til tað krevst ein sigur á fronsku heimsmeistarunum (Mynd: EPA)

Stine Jørgensen og Danmark vunnu við seks málum á Brasil, og kunnu fríggjadagin spæla seg víðari. Til tað krevst ein sigur á fronsku heimsmeistarunum (Mynd: EPA)

2019-12-04 14:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir hava verið á fimta degi í HM-endaspælinum hjá kvinnum, sum í hesum døgum er í Japan

Bólkur A:

Danmark og Brasil hittust í lagnudysti. Eftir tapið hjá Danmark fyri Týsklandi í dag, var knívurin á barkanum hjá Klaus Bruun Jørgensen og hansara liðið. Danski verjuparturin hevði ein sera góðan dyst - fyrstu smáu 20 minuttirnar fóru bert fýra mál inn. Tað leikaði sera javnt á, fram til tíggju minuttir vóru eftir. Tað var 17-17, men síðani skoraði Danmark sjey mál ár rað. Fyrst skoraði Stine Jørgensen tvey umráðandi brotskøst, og síðani gagnýtti danska liðið fleiri mistøk hjá Brasil, og at enda varð sigurin tryggur.


Danmark skal nú basa fronsku heimsmeistarunum í seinasta dystinum fyri at koma víðari - trý lið koma víðari úr hvørjum bólki til millumumfarið. Frakland vann í dag á Týsklandi og hevur nóg mikið við javnleiki móti Danmark. Týskland og Suðurkorea skulu dystast um fyrsta plássið í bólkinum, ið gevur tvey stig víðari í millumumfarið.


Úrslitni í dag:

Avstralia - Suður Korea 17-34 (10-18)
Týskland - Frakland 25-27 (12-14)
Danmark - Brasil 24-18 (11-9)

Støðan:
Suðurkorea 7
Týskland 6
Frakland 5
Danmark 5
Brasil 1
Avstralia 0

Fríggjdagin (6. desember): 
Brasil - Avstralia
Frakland- Danmark 
Týskland - Suðurkorea  

Bólkur C:

Spania og Montenegro eru víðari og skulu fríggjadagin spæla um fyrsta plássið í bólkinum. Ungarn og Rumenia, ið er í bólki við Føroyum í EM-undankappingini, skulu dystast um víðari luttøku. 

Úrslitini í dag:
Montenegro  - Rumenia 27-26 (11-12)
Kasakstan – Spania 16-43 (11-19)
Ungarn - Senegal 30-20 (17-9)

Støðan: 
Spania 8
Montenegro 8
Ungarn 4
Rumenia 4
Senegal 0
Kasakstan 0

Fríggjadagin (6. desember): 
Senegal - Kasakstan
Montenegro - Spania
Rumenia - Ungarn


Í hinum báðum bólkunum eru trý útav fimm umførum leikt: 

Bólkur A:
Noreg 6
Holland 4
Serbia 4
Angola 2
Slovenia 2
Kuba 0 

Í morgin (5. desember):
Kuba - Slovenia
Serbia - Holland 
Angola - Noreg 



Bólkur D:
Russland 6
Svøríki 6
Japan 4
Argentina 2
Kina 0
Kongo 0

Í morgin (5. desember):
Kongo - Kina
Japan - Russland
Svøríki - Argentina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder