Fótbóltur

Warnock: Sala var við at toppa

Líkið av argentiska leikaranum varð funnið í gjárkvøldið; venjarin hjá Cardiff tosaði í dag um farna mannin, ið ongantíð kom at umboða felagið.

Emiliano Sala á orsíðuni á dystarblaðnum hjá Cadiff til dystin ímóit Bournemouth seinasta vikuskifti. Cariff vann dystin 2-0
(Mynd: Cardiff City)

Emiliano Sala á orsíðuni á dystarblaðnum hjá Cadiff til dystin ímóit Bournemouth seinasta vikuskifti. Cariff vann dystin 2-0 (Mynd: Cardiff City)

2019-02-08 16:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sum hevur fylt mest í fótbóltsheiminum seinastu tíðina, er nakað ið er størri enn fótbóltur.

21. januar fór eitt flogfar úr Fraklandi við kós ímóti Wales. Umborð vóru flogskiparin David Ibbotson og argentinski áleyparin Emiliano Sala, ið Cardiff City tveir dagar framanundan avdúkaði sum dýrasta keypið í søgu felagsins. Flogfarið kom tó ongantíð framm, og var funnið 3. februar tætt við Guernsey. Í gjárkvøldið varð steðfest, at líkið hjá Sala var umborð á vrakinum. 

Les eisini: Líkið var Emiliano Sala

Cardiff boðaði frá hesum á sínari heimasíðu stutt fyri midnátt, har Premier League-felagið við sorg staðfesti, at líkskoðarin hevði eyðmerkt Emiliano Sala. Famljan hjá Sala, og familjan hjá David Ibbotsen, ið framvegis ikki er funnin, fingu boðini hjá løgregluni í Dorset og fáa sálarliga hjálp. Cardiff sendi samkenslu út til familjuna hjá farna argentinanum og skrivið endaði við orðunum: 

"He and David will forever remain in our thoughts"

Í dag tosaði venjari felagsins Neil Warnock um Emiliano Sala á tíðindafundi í samband við dystin hjá Cardiff í Southamton í morgin: 

"Hann var akkurat ein leikari, sum mær dámdi. Hann megnaði at skora 10 ella 15 mál á hægsta støði hvørt ár. Og so arbeiddi hann eisini hart fyri liðið. Hann kundi nakað serligt á vøllinum, og var eisini ein góður drongur".

70-ára gamli venjarin segði, at áleyparin ið gjørdist 27-ára gamal, allarhelst hevði megnað væl at tikið stigið til Premier League, og at hann hevði sligið til har: 

"Hann var á toppinum. Nú skuldi hann prógva seg aðrastaðni enn í Fraklandi, hann hvørt ár hevði tikið seg fram. Eg helt, at hann var til reiðar til hesa avbjóðinga. Hann visti, at tað var eitt stórt stig, men sum hann noyddist at taka. Vit báðir væntaði at hann fór at skora nógv mál í Premier League.

Warnock segði eisini, at hann vónaði at familjan hjá Emiliano Sala nú hann frið. Viðvíkjandi málinum sum koyrir, um at Nantes krevur keypsprísin fyri Sala, vildi enski venjarin ikki siga so nógv um, uttan at hann helt at leiðslan í Cardiff hevði gjørt tað rætta við at bíða.

Nantes krevur at fáa pengarnar fyri Sala

Premier League hevur boðað frá, at allir leikarar koma at bera syrgibind hetta umfarið. Tað verður tøgn í ein minutt undan dystinum í Southampton í morgin. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder