Føroyski rógvarin Sverri Sandberg Nielsen vann seinnapartin eitt silvurheiðursmerki í World Cup kappingini í Varese í Italia.
Í A-finaluni í einskullara hjá monnum tryggjaði týska Oliver Zeidler sær gull við tíðini 6.36.18. Trý sekund seinni kom Sverri á mál – hansara tíð var 6.39.13.
Á triðja plássi var japanski Ryuta Arakawa við tíðini 06.44.16.
Í innleiðandi róðrinum og fjórðingsfinaluni fríggjadagin var Sverri Sandberg Nielsen annars fremstur á mál, og tað sama í hálvfinaluni í gjár.
Í mai luttók Sverri Sandberg Nielsen í ársins fyrstu World Cup kapping, sum var í Kroatia, og tá bleiv tað eisini til eitt silvurheiðursmerki. Í mai var eisini EM í rógving á skránni í Slovenia, men har endaði Sverri á einum fjórða plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald