Teir hava báðir tapt eina PDC HM-finalu móti Micheal van Gerwin. Peter Wright vann tó á niðurlendinginum í finaluni fyri tveimum árum síðani, og skotin við eyðkenda litríka hanakambinum kann harvið í kvøld vinna sítt annað HM-heiti innanfyri teir seinastu 24 mánaðirnar.
Omanfyrinevndi van Gerwin, sum í mun til Wright ikki hevur nakað hár, varð noyddur at taka seg úr kappingini 28. desember, stutt undan sínari 1/16-finalu, eftir eina positiva koronukanning. Maðurin við trimum HM-heitum varð styrkismettur sum nummar trý, og í fjórðingsfinaluni reyk walisin, ið vann heitið í fjør, tá onglendingurin koppaði Micheal Smith í sera spennandi 5-4 dysti.
Smith vann so 6-3 á landsmanninum James Wade, ið var styrkismettur fimm pláss omanfyri Smith (9-4) í hálvfinaluni - hin hálvfinalan millum landsmenninar Peter Wright og Gary Anderson var eitt sindur meira spennandi, men tann yngri koppaði tí meira roynda, sum var í finaluni í fjør.
Lagt er upp til eina tætta finalu í London í kvøld. Veddingarfyritøkurnar hava Wright sum ein lítlan favoritt.
PDC World Championship 2022
Alexandra Palace, London
20.10: Micheal Smith - Peter Wright
Finalan kann síggjast á TV3 MAX og Viaplay
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald