Fótbóltur

Yambere helt KÍ inni í oddastríðnum

Stórt drama í Streymnesi, har KÍ var aftanfyri og í undirtali. Miðverjin skoraði seinna málið í yvirtíðini, har útiliðið eisini fekk seinna reyða kortið. NSÍ vann 3-0 í Fuglafirði.

Miðverjin Cedric Yambere skoraði bæði málini fyri KÍ við Margáir. Hann fekk eisini leikbann til lagnudystin móti HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Miðverjin Cedric Yambere skoraði bæði málini fyri KÍ við Margáir. Hann fekk eisini leikbann til lagnudystin móti HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-16 19:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir seinastu dystirnir í 13. umfari í Betrideildini vórðu spældir seinnapartin. Báðir endaði við sigrum til topp-fýra lið á útivølli. Tann eini endaði við tryggum sigri og hin við heilt smølum sigri í dramatiskum dysti.

NSÍ vann fyri aðru ferð í ár í Fuglafirði. Meinhard Debes Geyti legði útiliðið á odda beint eftir steðgin, og málini hjá Steffani Løkin og Peturi Knudse í 2. hálvleiki  vóru við at tryggja sigurin. Liðið hjá Jens Wedeborg dregur frá B36 og 07 Vestur í evropeiska stríðnum.

KÍ byrjaði væl í Streymnesi og hevði tríggjar stórar møguleikar fyrsta korterið, har bæði yvirleggjarin og Jóannes Davidsen í EB/Streyma-málinum vórðu raktir. Dysturin broyttist grundleggjandi, tá Ahmed Latif fekk seinna gula kortið tíggju minuttir fyri steðgin. Rúni Gaardbo metti, at bakkurin filmaði í brotsteignum: Har var ein lítil nerting, og so lat Latif seg eitt sindur detta. Iasamt og stór ónøgd í KÍ-leguni.

EB/Streymur kom betri við eftir hetta, og 66. minutti setti Emil Weihe Joensen bóltin trygt í málið. Løtu seinni burdi Robert Marcus økt í fríari kontrastøðu, men ístaðin javnaði Cedric Yambere í 72. minutti eftir frísparksinnlegg og stórt mistak frá Jóannesi Davidsen.

EB/Streymur fekk ikki nakað spæl at koyra eftir hetta, KÍ royndi at trýsta í yvirtali, men tað sá út til at enda 1-1. KÍ misti tó ikki týðandi fet, tí í 95. minutti kom gjøgnumbrot í vinstru. Jákup Vilhelmsen var ein av teimum ungu innskiftu, Hann streyk avstað, legði flatt innlegg til aftaru stong, lítið skil á í verjuni hjá EB/Streymi í støðuni, og ótarnaður kundi Cedric Yambere seta fótin á. Miðverjin var sendur fram í álopið seinastu løtuna. Við málinum syrgdi hann fyri, at KÍ er seks stig aftanfyri HB og Víking.

Um eina viku er HB á skránni. Tá hevur Yambere leikbann (vegna nov nógv gul kort), og tað hevur Jákup Vilhelmsen eisini. Hetta vegna reyða kortið, sum hann fekk, fyri at fara alt ov ógvuligsliga upp við alboganum í nærdysti beint eftir málið. Nakað av roki var millum liðini - EB/Streymur misti á einum degi, har kærkomin stig kundu komið í botnstríðnum.

13. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 16.06

EB/Streymur - KÍ 1-2 (0-0)
66' Emil Weihe Joensen (Boubacar Dabo) 0-1
72' Cedric Yambere 1-1
90 (+5)' Cedric Yambere (Jákup Norðoy Vilhelmsen) 1-2

Reyð kort: Ahmed Latif (36') og Jákup Norðoy Vilhelmsen (90+7') - báðir KÍ

Sí meira um dystin her

ÍF - NSÍ 0-3 (0-1)
44' Meinhard Debes Geyti (Beinir Nolsøe) 0-1
73' Steffan Løkin (Petur Knudsen) 0-2
84' Petur Knudsen (Búi Egilsson) 0-3

Sí meira um dystin her

Í dag, leygardagin 15.06
Skála - Víkingur 0-4 (0-3)
7' Sjálvmál (Bergur Gregersen) 0-1
16' Jørgen Nielsen 0-2
42' Arnbjørn Svensson (Poul Kallsberg) 0-3
48' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 0-4

Sí meira um dystin her

07 Vestur - HB 0-4 (1-3)
16' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 0-1
33' Áki Samuelsen, br. 0-2
42' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 0-3
45 (+1)' Hans Erik Gunnarson (Julian Mouritsen) 1-3
48' Jakob Johansson (Hanus Sørensen) 1-4

Sí meira um dystin her (skeivur málskjútti skrásettur hjá 07 Vestur har)

B36 - B68 1-1 (0-0)
57' Hannes Agnarsson (Jann Benjaminsen) 1-0
60' Brian Jakobsen (Jóhann Hansson Joensen) 1-1

Sí meira her
Les eisini: B68 gjørdi bart móti B36 í Gundadali

Støðan í Betri deildini hjá monnum 
1. Víkingur 36 stig 
2. HB 36 stig 
3. KÍ 30 stig 
4. NSÍ 22 stig 
5. B36 17 stig 
6. 07 Vestur 15 stig
7. Skála 13 stig 
8. EB/Streymur 7 stig 
9. B68 7 stig 
10. ÍF 3 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder