placeholder
Annað

Ymiskar fyritreytir í bólki D

Í kvøld verður bólkurin hjá Íslandi avgjørdir. Trý lið stríðast um at koma víðari saman við Kroatia.

Nigeria og Ísland skulu í kvøld geva alt fyri at royna at fáa 2.plássið í bólkin. Messi og Argentina eru sannliga eisini við í stríðnum
(Mynd: EPA)

Nigeria og Ísland skulu í kvøld geva alt fyri at royna at fáa 2.plássið í bólkin. Messi og Argentina eru sannliga eisini við í stríðnum (Mynd: EPA)

2018-06-26 13:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kann gerast heilt spennandi, tá bólkur D skal avgerast í kvøld. Kroatia er longu víðari, men Nigeria, Ísland og Argentina hava øll møguleika at koma víðari.

Nigeria kann allarhelst liva við javnleiki. Um Ísland ikki vinnur við tveimum málum, so fær vesturafrikanska landið tryggjað sær víðari luttøku við einum javnleiki. 

Í leguni hjá mótstøðuliðnum valdar ófriður. Argentina hevur milt sagt ikki sæð gott út fyrstu dystirnar. Søgur úr Argentina siga, at venjarin Jorge Sampaoli er tikin av ræði, og at hann onga ávirkan hevur til seinasta dystin. Keldurnar vilja verða við, at leikarar sum Javier Mascherano og liðskiparin Lionel Messi skulu hjálpa persónum úr fótbóltssambandinum at seta liðið. Hetta vísti Sampaoli staðiliga aftur í gjár. Hann segði, at nú byrjar HM-kappingin fyri Argentina, og at dysturin í morgin er fyrsta stig ímóti finaluni.

Hvussu er og ikki; Argentina skal vinna dystin, og vóna at Ísland ikki vinnur á Kroatia. Tað er harvið eitt stórt trýst á Messi og co., tí kritikkurin úr fótbóltsvilla landinum er ikki mjúkur.

Íselndingar taptu fyri Nigeria fríggjadagin, men kunnu leingja um ævintýrið. Kravið er at Ísland vinnur á Kroatia í kvøld. I undankappingini vóru hesi liðini í bólki saman. Kroatia vann 2-0 á heimavølli, meðan Ísland í yvirtíðini avgjørdi dystin á Laugardalsvøllinum. Møguleikin er har hjá Heimiri Hallgrímssyni og hinum. Kroatia fara allarhelst at spara nógvar leikarar, og Ísland hevur einki at tapa, og einki trýst á sær. 

Tað er ikki víst, at Ísland kemur víðari við einum sigri, men okkara grannatjóð kann ikki gera meira, enn at fáa trý stig.

Báðir dystirnir í kvøld byrja kl.19.00: 
Ísland - Kroatia (KVF - DR 1; dysturin verður vístur á stórskíggja í Vágsbotni)
Nigeria - Argentina (KVF - DR3) 

Bólkur D:
Kroatia 6 (+5)
Nigeria 3 (0)
Ísland 1 (-2)
Argentina 1 (-3)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder