Fótbóltur

Youth League: Víkingur skal spæla móti estiskum liði

U19-liðini hjá Víkingi og Narva Trans spæla 17. september í Føroyum og í Estlandi 1. oktober í stóru evropeisku ungdómskappingini.

2025-09-02 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør var eitt føroyskt felag á fyrsta sinni við í stóru kappingini Youth League.

Hetta er ungdómsútgávan av Champions League. HB royndi seg móti Progrés Niederkorn úr Luksemborg í fjør. Tað endaði við javnleiki á Tórsvølli, og í Luksemborg vann heimaliðið.

Víkingur vann FM hjá U17 í fjør. Hetta gevur felagnum rættin til at spæla í Youth League í 2025.

Tað verður tó eitt U19-lið. Youth League er fyri U19-lið, og gjár gjørdist greitt, hvørjum Víkingur skal møta í sínari fyrstu roynd í kappingini.

- Vit møta Narva Trans úr Estlandi í 1. umfari í Youth League.
Væntandi spæla vit á heimavølli 17. september og á útivølli 1. oktober.

Hetta skrivar Víkingur á heimasíðu sínari.

Í 1. umfari eru tað bert liðini í 24 teimum læst styrkismettu londunum, sum eru við. Av hesum var Narva Trans á pappírinum eitt gott lutakast.

Talan verður í øllum førum um eina spennandi uppgávu hjá ungu víkingunum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder