Tað er ikki heilt stongt allastaðni enn, men nú ber ikki til hjá stóru evropeisku feløgunum at fáa nýggjar leikarar inn.
Ofta er seinasti dagurin sera hektiskur, og í dag eru eisini nógvar avtalur komnar uppá pláss ymsastaðni. Tað er tó ikki nakað sera ógvuliga stórt ella yvirraskandi hent í dag samaborið við onnur ár; talan hevur í nógvum førum verið um leiguavtalur. Tó hava nakrar áhugaverdar flytingar verið kring Evropa í dag; serliga í Onglandi. Her eru nakrar av teimum:
Denis Suarez: Frá Barcelona til Arsenal - Leiguavtala
Arsenal fær miðvallara úr Barcelona
Youri Tielemans: Frá Monaco til Leicester - Leiguavtala (Adrien Silva hinvegin)
Marouane Fellaini: Frá Manchester United til Shandong Luneng - Á veg at koma uppá pláss
Yannick Bolasie: Frá Everton til Anderlecht - Leiguavtala
Michy Batshuayi: Frá Chelsea (Valencia) til Crystal Palace - Leiguavtala; Á veg at koma uppá pláss
Peter Crouch: Frá Stoke til Burnley - Skiftisavtala; Sam Vokes fer hinvegin
Shinji Kagawa: Frá Dortmund til Besiktas - Leiguavtala
Håvard Nortveit: Frá Hoffenheim til Fulham - Leiguavtala
Johnny Castro Otto: Frá Atletico Madrid til Wolves - 18 milliónir pund
Newcastle: Miguel Almiron(Atlanta United - 21 milliónir pund) og Antonio Barreca(Monaco - leiguavtala)
Newcastle sett keypsmet
Fótbóltur
Yvirlit: Ongar stórar flytingar á seinasta degi
Tað var ikki nakar dramatiskur dagur, har óvanliga nógvur peningur fleyg runt, tá flytingarvindeygað lat aftur í kvøld.
Marouane Fellaini er á veg til Kina (Mynd: EPA)
2019-01-31 23:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald