Í dag vórðu tríggir teir fyrstu dystirnir í 16. umfari leiktir. Hetta var samstundis byrjanin uppá seinnu hálvu.
HB legði út við at fáa trý stig ímóti TB. Útiliðið var, hóast fleiri broytingar á liðnum og hóast talan var um fyrsta dystin hjá liðnum í ein mánað, væl við ímóti føroyameistarunum, sum eru í gongd við Europa League fótbólt eisini. Heimaliðið fekk hol á stutt eftir steðgin, og so varð Ólavssøkan hjá HB'arum bjargað.
(Dan í Soylu skoraði til 1-0 fyri HB - Mynd: Sverri Egholm)
Pætur Dam Jaocbsen beindi hornaspark frá Niels Paula Danielsen í málið, Dávid Langgaard javnaði næstan beinavegin eftir innlegg frá Holgari Djurhuus. Síðani gingu tað 70 minuttir til Ronni Møller-Iversen avgjørdi dystin fyri heimaliðið. ÍF misti harvið í mun til AB og EB/Streym, meðan Skála kom uppum 20 stig.
Á Argjum var AB leingi á veg ímóti einum sera kærkomnum sigri á EB/Streymi. Lukas Grenaa Giessing skoraði víð beinleiðis frísparki í sínari debut, men við tiggju monnum fekk EB/Streymur brotsspark í yvirtíðini, og hóast hin debutanturi, Tobias Brogaard Larsen, bjargaði fyrstu royndini frá Rógva Egilstoft Nielsen, so fekk EB/Streymur eitt stig.
Les meira um dystin her
Í morgin er tann mest spennandi dysturin á pappírinum, sum verður leiktur hetta vikuskifti. Dysturin ímillum NSÍ og KÍ er útsettur til í september orsakað av evropeisku luttøkuni hjá KÍ, og tí er ólavsøkudysturin heilt stóri dysturin hetta umfari. Oddaliðið Víkingur vitjar í Gundadali, har B36, ið hevur tørv á trimum stigum fyri at av álvara bjóða av, tekur ímóti. Vit eru til staðar í Gundadali í morgin.
Betrideildin - 16. umfar
27.07
HB - TB 3-0 (0-0)
53' Dan í Soylu 1-0
71' Adrian Rúnason Justinussen (br) 2-0
86' Bartal Wardum 3-0
Les um dystin her
Sí eisini myndir frá dystinum, og samrøðu við málverjan og liðformannin Teit Matras Gestsson
Skála - ÍF 2-1 (1-1)
13' Pætur Dam Jacobsen 1-0
15' Dávid Langgaard 1-1
85' Ronni Møller-Iversen 2-1
AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
18' Lukas Grenaa Giessing 1-0
96' Rógvi Egilstoft Nielsen 1-1
Myndir frá dystinum
Video: AB - EB/Streymur
Í morgin - Ólavsøkuaftan:
(18.00): B36 - Víkingur
Støðan í Betrildeildini:
1. Víkingur 35 (15 dystir)
2. HB 33 (16 dystir)
3. NSÍ 32 (14 dystir)
4. KÍ 32 (14 dystir)
5. B36 31 (14 dystir)
6. Skála 21 (16 dystir)
7. TB 15 (16 dystir)
8. EB/Streymur 9 (16 dystir)
9. ÍF 5 (16 dystir)
10. AB 5 (16 dystir)
Fótbóltur
Yvirlit: Seinna hálva í Betrideildini er farin í gongd
HB og Skála vunnu favorittsigrar á heimavølli, og AB og EB/Streymur spældu dramatiskan javnleik. Hetta hevði m.a við sær, at HB nærkast oddinum. Átta mál vórðu skoraði; tvey brotsspørk vórðu givin, og eitt reytt kort kom.
TB stríddist væl ímóti HB, men heimaliðið var omaná í Gundadali - Mynd: Sverri Egholm
2019-07-27 22:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald