
Tá heystkappríðingin var í Vágum herfyri, nýtti ÍSF høvið at heiðra formannin í Vága Ríðingarfelag, Zacharias R. Jakobsen við gullnálini hjá ÍSF.
– Gullnálin verður m.a. latin til fólk ið hava gjørt eitt munagott arbeiði fyri føroyskan ítrótt, og hetta kann við lít sigast at Zacharias livur upp til, skrivar Ríðisamband Føroya.
– Umframt at hava verið aktivur reiðmaður og fleirfaldur føroyameistari í tvíspor, so hevur hann eisini verið sera virkin at skapa bestu karmar fyri ríðing bæði sum ítrótt og frítíðarvirksemi. Hann hevur verið formaður í Vága Ríðingarfelag í mong ár og hava teir hesa tíðina m.a. bygt stóra stásiliga reiðhøll og felagsfjós í Miðvági.
– Zacharias hevur eisini sitið í nevndini hjá Ríðisamband Føroya síðani ár 2000, flestu árini sum næstformaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald