Fótbóltur

Zlatan-standmynd aftur útsett fyri herverk

Síðan standmyndin varð avdúkað í heyst, hevur hon verið útsett fyri herverk fleiri ferðir, og hesuferð hevði onkur m.a. sagað nøsina av henni.

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-12-22 13:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðst í november varð standmyndin av svenska fótbóltsleikaranum, Zlatan Ibrahimovic, útsett fyri herverk, og í nátt hevur onkur enn einaferð framt herverk móti standmyndini, sum stendur uttanfyri Malmö Stadion. Tað skrivar Ritzau.

Les eisini: Herverk móti Zlatan-standmynd og íbúð hansara í Stockholm

Talan er um onkran, sum hevur sagað nøsina av standmyndini og oyst silvurmáling útyvir hana.

Alt var gleði og gaman, tá standmyndin varð avdúkað fyrst í oktober, men síðst í november kom tað fram, at Zlatan hevði sett pengar í svenska felagið Hammarby, og hetta skapti øsing millum fjepparar hjá barndómsfelagi hansara, Malmö FF.

Í desember hava fólk framt herverk móti standmyndini fleiri ferðir. M.a. hava fólk eisini stoytt máling útyvir hana og sagað eina fótin av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder