Fyrst í farnu viku gjørdist greitt, at besta deildin hjá monnum, ið byrjar leygardagin 9. mai, hevur vakt áhuga í Noregi. Ítróttarredaktøurin hjá TV2, Vegard Jansen Hagen, váttaði fyri Portalinum, at arbeitt varð við málinum.
Les eisini: - Vit arbeiða imóti at fáa rættindi til at senda Betrideildina
Stjórin í Televarpinum, Edvard í Skorini Joensen, sigur í dag soleiðis við Portalin:
- Tað fyriliggur ikki nakað endaligt tilboð á borðinum. Nakrar heimasíður hava spurt um møguleikan fyri at stroyma. Her er minni kendar heimasíður, sum leita eftir bíligum innihaldi. Hetta kann verða torført at fyrihalda seg til, tí at ein kennir ikki hesar síðurnar so væl. Tá er lættari at fyrihalda seg millum annað til TV2 Norge, men vit hava sum sagt ikki fingið nakað ítøkiligt tilboð.
Edvard í Skorini Joensen sigur, at tann áhugin ið hevur verið, hevur snúð seg um tíðarskeiðið fram til summarsteðgin. Hetta er áhugavert á ymsan hátt, sigur hann. Millum annað fíggjarliga, men eisini í mun til áhugan ið kann skapast viðvíkjandi føroyskum leikarum. Fyri føroyskan fótbólt, sigur stjórin í Televarpinum, hevði tað verið meira áhugavert við einari langtíðarloysn:
- Tað hevði fyri føroyskan fótbólt í høvuðsheitinum verið nógv meira áhugavert við einari varandi loysn. Tað hevði tí verið tað besta at funnið eina avtalu, ið tryggjaði tað. Vit hugsa eisini um, at støðan av álvara kann broytast frá degi til dags, og at áhugin ið er fyri Betrideildini nú uttanfrá kann minka skjótt.
Harvið heldur Edvard í Skorini Joensen fast í sjónarmiðnum, ið hann bar fram í seinastu viku.
Fótbóltur
- Framvegis ikki fingið nakað ítøkiligt tilboð uppá Betrideildina
Edvard í Skorini Joensen sigur, at støðan er mest sum óbroytt. Nakrir fyrispurningar fyriliggja - Televarpið hugsar um varandi loysnir fyri føroyskan fótbólt.
Norðmaðurin Ole Erik Midtskogen hjá KÍ og danin Mikkel Frankoch hjá HB. Útlendskur áhugi hevur verið fyri rættindunum at senda Betrideildina - serliga úr Noreg (Mynd: Sverri Egholm)
2020-04-28 15:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald