Fótbóltur

- Allir hava gott sjálvsálit og tora at spæla bólt

Hetta sigur málskjúttin hjá U21-landsliðnum móti Montenegro, Stefan Radosavljevic. Hann hevur skorað í øllum sínum landsdystum á Svangaskarði og sigur, at tað átti at verið umhugsað at spælt har hvørja ferð.

Fagnaður eftir 1-0 málið á Svangaskarði týsdagin (Mynd: Heri Joensen / FSF)

Fagnaður eftir 1-0 málið á Svangaskarði týsdagin (Mynd: Heri Joensen / FSF)

2020-10-15 21:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað kemur eitt innlegg úr vinstru, har eg renni móti fremstu stong, og hopi at bólturin kemur har. Innleggið var somikið gott, at eg bara skuldi prika til bóltin, og so var hann í málinum.

Soleiðis lýsir Stefan Radosavljevic málið, ið hann skoraði fyri U21-landsliðið í EM-undankappingardystinum á Svangaskarði móti Montenegro týskvøldið. 20-ára gamli miðvallarin setti fótin á innlegg frá Adrian Justinussen úr vinstru, og so vóru Føroyar á odda.

Les eisini: Føroyar koppaðu Montenegro

Hetta var einsamalla málið í dystinum, men ikki tað fyrsta hjá Stefani á Svangaskarði - eitt stað, ið tvøramaðurin og toppskjúttin hjá Føroyum í undnakappingini dámar væl at spæla og ynskir at spæla fleiri dystir á:

- Vit vunnu eisini seinast á Svangaskarði, so man burdi kanska umhugsa at spælt har hvørja ferð. Har er deiligt at spæla, helst tá veðrið er gott.

Les eisini: Stefan skorar hvørjaferð á Svangaskarði

B36-miðvallarin greiðir Portalinum frá, hvat tað er, sum ger at gongdin hjá U21-landsliðnum er so góð:

- Eg haldi bara tað, at allir hava gott sjálvsálit og tora at spæla bolt. Í dystinum móti Montenegro spæla vit góðan fótbólt, har vit geva nakrir heilt fáir kjansir vekk.
Fyrst og fremst vilja allir á hesum liðnum vinna. Um man vil vinna landsdystir, so er man noyddur at arbeiða knallhart fyri hvørjum bólti og sjálvandi at hava bóltin um tað ber til. Og tað føli eg, at hetta liðið ger.

Undir Sámal Erik Hentze hava Føroyar vunnið tveir dystir - Ísrael og Montenegro á Svangaskarði - og tapt móti ovastu liðunum í bólkinum á Tórsvølli, har ungu føroysku menninir hava verið væl við í dystunum - 1-2 móti Norðurmakedónia og 0-2 móti Spania har seinna málið kom í yvirtíðini.

Tveir dystir eru eftir í undankappingini: Á útivølli móti Kasakstan og Spania

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder