Hann hevur higartil spælt fýra A-landsdystir, tveir venjingardystir og tveir EM-undankappingardystir, men hevur framvegis ikki umboðað Føroyar á heimavølli. Heldur ikki á U-landsliðnum hevur Mattias Lamhauge vart eitt føroyskt mál á føroyskari jørð. Havnarmaðurin er bert skrásettur fyri tveir U19-landsdystir.
Mattias eru uppvaksin í HB men hevur flutt seg nógv í B36 seinastu árini, og seinastu 18 mánaðirnar hevur málverjin spælt nakrar A-landsdystir. Alt bendir á, at hann seinni í dag fara at spæla á Tórsvølli:
- Tað er ein øgiliga stórur dreymur (...) Haldi at tað at umboða Føroyar í Føroyum fer at vera størri enn at spæla í Póllandi hósdagin, og tað størsta higartil á mínari yrkisleið - um eg spæli
Mattias Lamhauge greiddi sína uppgávu væl í Póllandi. Her hevur B36-málverjin aftur trygt fingið fatur á bóltinum...
...Robert Lewandowski fekk tó snýtt hann tvær ferðir. Fyrru ferð úr ellivu metrum
Myndir: Sverri Egholm
Teitur Matras Gestsson, ið Mattias Lamhauge stóð í skugganum av í HB fyri nøkrum árum síðani, hevur verið darvaður av skaða síðani seinastu landsdystirnar. Hann hevur næstan ikki spælt, men venur nú og er við í hópinum. Tað hevði tó verið óvæntað, um HB-málverjin spælir hesaferð. 31-ára gamli Teitur er annars sum útgangspunkt fyrstaval.
Portalurin tosaði í gjárkvøldið við mannin, sum helst fer at verja føroyska málið í morgin aftur. Hann kom inn á, at Føroyar skulu gera tað betur enn móti Póllandi og í Moldova síðst, í mun til at hava bóltin og stýra dystinum á tann hátt - eisini í 2. hálvleiki.
Upptøkur: Bjarni Enghamar
Sí eisini (video og myndir):
Odmar Færø: - Gleða okkum at koma í gongd aftur
Viljormur Davidsen: - Verður ein tættur dystur - trúgva uppá tað
Myndir: Fyrireiking til Moldova í køldu heystarluftini
EM-undankappingarbólkur E
Í dag, sunnudagin 10. september
17.00: Føroyar - Moldova
Atgongumerki kunnu fáast her - Kringvarpið vísir dystin
(Helst hálvfult á Tórsvølli)
Støðan eftir fýra umfør:
Kekkia 8 stig
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig
Føroyar 1 stig
Sí eisini:
Eru ósigraðir móti Moldova
Ein nýggj øðrvísi avbjóðing
Håkan Ericson: - Skulu stýra meira við bóltinum í morgin
Fótbóltur
- At umboða Føroyar á Tórsvølli verður tað størsta
- Havi sæð landsliðið spælt her sum lítil, og hetta er ein stórur dreymur. Málverjin Mattias Lamhuage vil, at Føroyar fara at stýra dystinum í dag væl.
2023-09-10 08:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald