Annað

- Eg skilji hetta ikki, eg eri heimsmeistari

Sarah Mahfoud vann í kvøld sannførandi heimsmeistaraheitið í boksing.

2020-02-01 23:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað virkaði ikki sum hon hevði hug til at vera har. Hon gekk burtur frá mær, og vildi ikki berjast. Men eg fekk beltið, og eg sendi hana tómhenta heim, og tað var ætlanin, segði ein ovurfegin Sarah Mahfoud, sum Ekstrablaðið hitti aftaná dystin á Frederiksberg í kvøld.

Sarah Mahfoud vann sannførandi móti argentinsku Brenda Carabajal. Hon var áleypandi frá byrjan, og lat ongantíð nakran iva vera.

- Eg skilji tað ikki. Hetta kennist púra sjúkt. Høllin var væl við, og eg haldi tað gekk sera væl í øllum umførunum. Tað gekk sera væl, eg eri heimsmeistari, segði Sarah Mahfoud.

Dómararnir vóru ikki í iva, og Sarah Mahfoud er nýggjur IBF-heimsveistari í fjøðurvekt.

Vit loyva okkum at kalla Sarah Mahfoud føroying, tí hon hevur føroyska mammu. Hon tosar eisini føroyskt, og fleiri føroysk fløgg vóru at síggja í høllini á Frederiksberg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder