
- Eftir dystin móti Íslandi vóru vit heldur vónbrotnir um, at vit ikki vunnu, og tað var ein heldur tóm kensla. Frøoyar vóru hóast alt á odda í 58 minuttir av dystinum. Tó eru vit øðiliga glaðir fyri at fáa eitt stig. Síðani dystin hava vit hugt uppá ymisku tingini - millum annað ting, sum skulu gerast betri - og brúkt tey. Tó skal man minnast til, at Rumenia sum lið nærum er mótsetningurin hjá Íslandi.
Hetta sigur Djóni Gaaard Joensen, annar av U21-landsliðsvenjarunum, dagin eftir dramatiska 35-35 javnleikin móti Íslandi í 2. umfari í HM-endaspælinum. Føroyar kundu spælt seg víðari úr bólkaspælinum, men Djóni og hansara menn hava ikki havt tíð við at dvølja yvir tað. Í morgin snýr tað seg um avgerandi dystin móti Rumenia.
Sí eisini: Íslendski venjarin: - Dómarin tók sigurin frá okkum
Hoyr eisini: Ròkur: - Var vísur í at Óli fór at skora
Verjuspælið var ein trupulleiki móti Íslandi í gjár. Nú Stanciuc og hinir eru á skránni, hava Djóni og hinir hugt uppá loysnir.
- Í gjár møttu vit sera fintusterkum spælarum. Rumenar eru størri og tyngri og hava truplari við at fáa bóltin at koyra til tíðir. So vit fara at royna at fara longur upp at stressa teir - vita um vit ikki megna at fáa teirra høgra bakk at taka nógvar avgerðir.
Føroyingar skulu ikki bert standa fyri tætt við tríggjar-meturin - man skal út at órógva rumenar nógv (Mynd: IHF/Kolektiff)
Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen hava lagt ætlanina fyri lagnudystin móti Rumenia (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)
Djóni Gaard Joensen staðfestir fyri Portalinum, at Rumenia hevur stórar einsæris dygdir: Liðið hevur stórar og sterkar strikuspælarar, ein tryggjan høgra vong, og so er tað sjálvandi nummar 44: Spælskiparin Daniel Stanciuc. Hann er heilt stóri profilurin, sum vit skulu fáa tamarhald á, sigur føroyski venjarin.
Stanciuc hevur nærum "Óla Mittún-tøl": 24 mál í tveimum dystum - Óli hevur 26 og er HM-toppskjútti - og tekur so at siga allar avgerðirnar í álopsspælinum hjá Rumenia.
Eitt eykalív er eisini uppá spæl
Føroyar kunnu í morgin spæla seg víðari við einum javnleiki móti Rumenia, sum longu er víðari. Men tað snýr seg eisini um stig víð víðari: Vinnarin av dystinum klokkan 10.45 leygardagin fær tvey stig við sær í meginumfarið.
- Tað hevur so at siga alt at siga. Um man fær tvey stig við víðari, so er tað sum at hava eitt eykalív í meginumfarinum. So vit fara 100 prosent eftir at vinna í morgin - vit hava helst tørv á tveimum stigum, tá man skal møta so góðum londum sum Danmark og Fraklandi, staðfestir Djóni.
Sí eisini: Danmark og Frakland bíða í meginumfarinum
Men um tað er í seinasta minutti, og tað er javnleikur: Hvussu takkla tit so tí støðuna - tí eitt stig er jú nóg mikið:
- Ja...tað fara vit at tosa nærri um í kvøld. Men sjálvandi fara vit ikki at seta stigið ov nógv uppá spæl. Fyrst og fremst skulu vit víðari. Ein javnleikur gevur eitt stig við víðari. Tað kunnu bæði liva við - tó at bæði liðini heilt víst fara eftir sigrinum.
Dystarskráin fyri seinasta 3. og seinasta umfar sær soleiðis út:
Í morgin, leygardagin 21. juni
10.45: Føroyar - Rumenia
13.00: Ísland - Norðurmakedónia
Støðan í bólki F eftir 2. umfar:
1. Rumenia 4 stig (Víðari)
2. Føroyar 3 stig (+5)
3. Ísland 1 stig (-4)
4. Norðurmakedónia 0 stig (úti)
Um Føroyar og Ísland enda jøvn í stigum, snýr tað seg um samlaða málúrtøku. Hara hava Føroyar í løtuni fyrimun upp á níggju mál
Sí eisini: Føroyar hava alt í egnum hondum í HM-bólkinum
Les eisini:
Eyðbjørn slapp loksins at spæla í einum HM-endaspæli
Heini og Hávardur royna at halda pulsinum niðri tá synirnir spæla
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald