Ein av kappingunum, sum professionelli føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, hevur sæð fram ímóti í alt ár, hevur verið danmarksmeistarakappingin í tíðarkoyring, sum skuldi súkklast í Esbjerg í gjár. Tíðarkoyring, ella einkultstartur, sum súkklararnir ofta rópa tað, er sterkasta greinin hjá Torkili sum súkklari.
Kappingin í gjár varð hildin, og Kasper Asgren, sum dagliga súkklar fyri sterka Quick Step-liðið, gjørdist tryggur vinnari.
Men út fyri navninum Torkil Veyhe, stóð ongin tíð, men DNS – Did not Start.
Torkil kom ongantíð í gongd við kappingina, og tá vit spyrja hví, so er orsøkin ein, sum er nógv størri og hevur nógv størri týdning, enn at traðka pedalir í eina óendaligheit.
Klokkan 05:47 í gjár, danska tíð, føddi unnustan hjá Torkili, Sólja Fríða, nevniliga eina vælskapta dóttir (3830 g og 52 cm), og so mátti DM vera DM.
- Ja, alt annað fer í aðru røð í hesum førinum, sigur ein errin Torkil Veyhe.
Spurningurin er so, um hann verður við tá danmarksmeistaraheitið í landavegssúkkling skal avgerast sunnudagin.
Støða er ikki endaliga tikin enn, sigur Torkil, men ætlanin er at vera við. Tað veldst sjálvandi um hvussu tað gongur við nýføddu ”virðislønini”.
Um eina góða viku verða 18. oyggjaleikirnir á Gibraltar settir, og Torkil er meldaður til súkklukappingarnar. Og stóri spurningurin er sjálvandi, um stórhendingin í gjáramorgunin broytir ætlanir um at vera við í Gibraltar.
- Eg vil sera fegin vera við í oyggjaleikirnar. Men dóttirin hevur fyrstu raðfesting nú, so tað veldst um hvussu tað gongur við henni, sigur Torkil Veyhe.
Fyri tveimum árum síðani á Gotlandi vann Torkil Veyhe gull í tíðarkoyring, silvur í býarkoyring og gjørdist nummar fimm í landavegskoyring umframt bronsu í tveimum av liðkappingunum.
Á Gibraltar verða bert tvær súkklukappingar. 21 kilometra langa tíðarkoyringin, við seinasta strekki niðan á sjálvan Gibraltar-klettin við máli í gott 300 metra hædd, verður týsdagin 9. juni og vanliga súkklingin á 93 kilometrar, 11 ferðir aftur og fram eftir eystursíðuni á Gibraltar-hálvoynni, verður hósdagin 11. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald