Hondbóltur

- Ein viðurkenning til tey sjálvbodnu í Føroyum og foreldur míni

Tað eru so nógv, sum hava hjálpt mær á mínari hondbóltsleið - eisini liðfelagir - og hesin heiðurin er til tey, sigur Elias á Skipagøtu. Heimsins bestu ungi spælari takkar øllum, ið hava atkvøtt.

- Hetta er ein stórur heiður, og eg vil takka øllum, sum hava atkvøtt fyri mær. Samstundis er hesin heiður eisini ein stór viðurkenning til tey mongu sjálvbodnu í Føroyum, sum arbeiða fyri, at tey ungu í Føroyum kunnu spæla hondbólt. Elias á Skipagøtu, ið vann í øllum trimum atkvøðubólkunum, er eyðmjúkur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Hetta er ein stórur heiður, og eg vil takka øllum, sum hava atkvøtt fyri mær. Samstundis er hesin heiður eisini ein stór viðurkenning til tey mongu sjálvbodnu í Føroyum, sum arbeiða fyri, at tey ungu í Føroyum kunnu spæla hondbólt. Elias á Skipagøtu, ið vann í øllum trimum atkvøðubólkunum, er eyðmjúkur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-22 21:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er helst størsta føroyska ítróttarnavnið í løtuni og nú alment heimsins bestu ungi hondbóltsspælari. Elias Ellefsen á Skipagøtu er tó ikki tann fyrsti at rósa sær sjálvum, og hetta vísa hansara útsagnir í dag, eftir at heiðurin hjá IHF varð kunngjørdur.

Sí eisini: Elias Ellefsen á Skipagøtu var heimsins besti ungi spælari í 2023

Føroyingar fegnast saman við Eliasi - við heimasíðuna hjá felag sínum, THW Kiel, staðfestir føroyski spælskiparin, at hetta er ein heiður til nógv onnur fólk

- Hetta er ein stórur heiður, og eg vil takka øllum, sum hava atkvøtt fyri mær. Samstundis er hesin heiður eisini ein stór viðurkenning til tey mongu sjálvbodnu í Føroyum, sum arbeiða fyri, at tey ungu í Føroyum kunnu spæla hondbólt. 

- Eg ynski eisini at tilogna hetta til mínir foreldur og øll rundanum, sum hava stuðllað og hjálpt mær so nógv á mínari leið higartil. Og sjálvandi mínum liðfeløgum: Einsamallur hevur tú ongan møguleika í hondbólti, og eg eri einki uttan mótt lið, staðfestir Elias á thw-handball.de.

[object Object]
Hoyvíkingurin og heimsins besti ungi spælari fyri 2023 er takksamur eftir greiða  og flotta sigurin, sum nógvir føroyingar eiga lut í, sambært honum sjálvum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

21-ára gamli hoyvíkingurin hevur stóran dyst móti Flensburg-Handewitt í Bundesliguni í morgin, og hann hugsavnar seg um tað og vil ikki gera ov stóran háva burturúr hesum.

Hetta staðfesti Elias á Skipagøtu eisni í Degi og Viku. Tá Portalurin tosaði stutt við Elias í dag, var hann bara fegin um atkvøðurnar og vildi eisini takka øllum rundanum.

Í Kiel er man ógvuliga errin av Eliasi og fegin um at hava hann í hópinum. Venjarin, Filip Jicha, staðfestir, at føroyingurin hevur eina stóra framtíð í væntu. 

Tað eru heilt víst nógvir føroyingar, ið hava verið inni á og atkvøtt fyri Eliasi á Skipagøtu. Tað var tó í kapping við tveir týskarar, sum hava nógv fólk aftanfyri seg, og sum heimasíðan við Kiel skrivar, so var nummar 71 fremst í øllum atkvøðubólkunum: Hjá fjepparum, venjarum frá luttakandi londunum í HM og "IHF Commission of Coaching and Methods"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder