- Vit eru væl nøgdir við úrslitið. Av tí at tað vóru 27 hitastig, so var tað sera trupult við orkuni, men vit stóðu væl og góvu ikki nógv burtur.
Soleiðis sigur NSÍ-málverjin Karstin Hansen við Portalin, tá vit tosaðu við hann, stutt áðrenn leiguflogarið fór úr Helsinki. Haðani gongur leiðin til Riga, har KÍ-ferðalagið verður "tikið uppí", áðrenn nøsin verður vend ímóti Føroyum. Bæði teir úr NSÍ og teir úr KÍ hava staðið seg væl á útivølli í fyrsta umfari í Conference League í kvøld. Tað endaði málleyst í Finnlandi, har tað ikki var so áskoðaravinarligt, sambært Karstini:
- Fyrri hálvleikur var nokkso javnur. Bæði liðini vildu hava bóltin men høvdu trupulleikar við at skapa nakað. Í seinna hálvleiki høvdu teir bóltin fyri tað mesta, og vit lógu í verjustøðu. Teir høvdu tó ikki nógvar veruligar málmøguleikar, so dysturin kann sum heild ikki hava verið serliga áhugaverdur at hugt eftir.
Les eisini:
KÍ fekk eina góða leiðslu at byggja uppá
Frálík føroysk úrslit á útivølli
Dysturin varð ikki stroymdur, og tí vórðu nógv føroysk eygu í kvøld vend ímóti Lettlandi, har fimm mál komu í dystinum millum KÍ og RFS. Í Helsinki kom einki mál, tá FC Honka Espoo tók ímóti NSÍ - nummar átta í Finnlandi og nummar fýra í Føroyum í løtuni.
Karstin Hansen í dysti við Løkin, tá hann var leigaður út til Skála (Mynd: Sverri Egholm)
Einki skot var uppá mál í fyrra hálvleiki. Í øðrum hálvleiki tók Honka meira yvir, men hóast tað kendi Karstin seg tryggjan, og 23-ára gamli málverjin fegnast um sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá NSÍ í ár:
- Eg hevði ikki so nógv at gera. Nøkur skot komu mitt á meg, men tað var meira spælarnir frammanfyri meg, og orkan ið teir løgdu í tað, sum gjørdu tað nemt fyri meg. Tað merkir nógv at vera við til hetta; serliga aftaná at eg havi verið vekk síðani apríl, deiligt at koma beint inn til ein av hesum dystinum, og so sum sagt at fáa ein javnleik í hesum hitanum var fínt.
Hetta var fyrsti dystur yvirhøvur hjá gylvramanninum í einum evropeiskum dysti. Hann hevur verið burtur tað mesta av kappingarárinum í útbúgvingarørindum, men avloysti nú skadda Tórð Thomsen væl, og NSÍ fekk fyri fyrstu ferð eitt evropeiskt stig á útivølli. Undanfarnu 14 dystirnir hjá felagnum í evropeiskari kapping uttanfyri landoddarnir, eru endaðir við tapi. Til seinast sær Karstin fram ímóti at møta Honka Espoo undir øðrum umstøðum og at vónandi spæla barndómsfelagið víðari:
- Vit hava lært nógv av dystinum. Nú vita vit akkurat, hvørjum vit møta, og hvussu teir spæla, so vit hopa uppá eitt gott úrslit um eina viku; Vit eru í hvussu so er klárir at bjóða teimum av í vindi og mjørka á Svangaskarði
Bolt Stadium, Helsinki
FC Honka Espoo - NSÍ 0-0
NSÍ (3-4-3/5-4-1): Karstin Hansen - Pætur Hentze, Oddur Árnasson Højgaard, Jákup Jacobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Betuel Hansen (70' Mórits Heini Mortensen), Tróndur Jensen - Jacob Trenskow (90' Sølvi Sigvardsen), Klæmint Andrasson Olsen, Mikkel Elbæk Jakobsen (80' Aron Knudsen)
Á vøllin í 2. hálvleiki komu: , Aron Knudsen og Sølvi Sigvardssen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald